Óváttaðar søgur siga, at Nólsoyar Páll var við bretskum herskipi, har ið hann stóð við eina kanón á miðjum skipi, soleiðis at komu teir í bardaga, var deyðin vísur. Umborð løgdust Páll og ein norðmaður sjúkir og endaðu á sjúkrahúsi í London.
Tá ið teir vóru frískir og skuldu útskrivast, vildu teir ikki fara umborð aftur í herskipið og gjørdu av at flýggja. Um náttina lestu teir seg niður eftir húsamúrinum eftir togi og komu umborð í eitt skip, sum sigla skuldi til Amerika. Soleiðis sigst Páll koma til Amerika.
Hinvegin er skjalfast, at Páll var í Amerika. Hann sigldi fyri eitt stórt amerikanskt handilshús millum Amerika og Evropa, fyrst sum stýrimaður so skipari.
Tá ið 250 ár vóru liðin, síðani hann var borin í heim – í 2016 – kom út bók við heitinum: “Nólsoyar Páll – siglingarmaður og skald.”
Dópsnavn hansara var Poul Poulsen. Seinni setti hann Nolsøe eftir føðioynni aftur at navninum. Í kirkjubókini stendur ikki, nær Nólsoyar Páll var føddur, men doyptur 11. oktober 1766.
Hann vaks upp í einum umhvørvi, har bæði handalig og andalig mentan vóru høgt í metum, og í eini tíð, tá ið Rybergs handil í Vágsbotni hevði latið dyrnar út í heim á glopp. Úr Nólsoy eygleiddi Páll skip, sum komu og fóru av Havnini, og helst hevur útlongsul tíðliga gjørt vart við seg.
Eftir at faðirin í 1786 var deyður, fór Páll til stroks – út í heim ”at bróta sær ein veg og læra siðir at kenna hjá øðrum og størri fólkasløgum,” sum Jákup doktari tekur til.
Úti í heimi kemur hann víða um, men lítið ítøkiligt vita vit um lív hansara hesi árini. Søgurnar eru kortini nógvar, summar trúligar uttan at vera vitnisfastar, aðrar ævintýrkendar.
Í brævi til rættin í Havn 18. august 1806 kemur Páll eitt sindur inn á siglingina – sigur seg ”som skibskaptajn haver faret udenlands paa Amerika, Vestindien, England, Frankrig, Portugal, Danmark, Norge og flere steder.”
Á Københavns Rigsarkiv verða nøvn teirra varðveitt, ið áður tóku stýrimansprógv í Danmark. Poul Poulsen Nolsøe tók prógv 8. november 1788. Stýrimansprógvið (avrit) er til skjals á Københavns Stadsarkiv. Orðaljóðið er partur av borgarabrævi Páls sum skipari frá 13. august 1798.
Páll smíðar skip
Hugtikin av frælsishugsjónum úti í heimi eggjaði Nólsoyar Páll til nýhugsan og broytingar, nú hann í 1800 var aftur í Føroyum. Hann mundi síggja, at høvuðsfortreytin fyri einum frælsari Føroyum var, at føroyingar fingu skip, so at siglingin aftur kundi koma á føroyskar hendur.
Saman við øðrum monnum smíðaði hann í 1804 skonnartina Royndina fríðu suðuri í Vági. Hetta er fyrsta skip, sum vit við vissu vita vera smíðað í Føroyum.
Við Royndini sigldi hann við farmi millum Danmarkar og Føroya. Ófriðartíðir vóru, og í 1808 tóku bretar skipið nær Skagen og settu manningina umborð í bretskt fangaskip (Proselyte), sum lá í Göteborg. Undir varðhaldi vórðu føroyingarnir síðani førdir til London, har teir talaðu søk sína.
Bretskir myndugleikar góvu teimum nýtt skip, North Star, 54 tons, men á ferðini til Føroya veturin 1808-09 hvarv skipið, og eingin spurdist aftur.
Seinni er komið í ljósmála, at stýrimaðurin á Royndini, Joen Joensen, Jógvan á Gaddi, úr Porkeri, fór aðrar vegir í London og ikki heim við North Star, sum hvarv. John Johnson, sum hann síðani skrivaðist, misti høgra arm í stórum sjóbardaga, kom til Amerika, giftist og fekk eftirkomarar.
Fuglakvæðið
”Yrkjarin Nólsoyar Páll” nevnist partur í bókini omanfyri. Árni Dahl skrivaði hann. Um tátt Nólsoyar Páls, Fuglakvæðið, sigur Árni eitt nú soleiðis:
”Alt tíðarskeiðið, frá tí at ”Royndin fríða” var smíðað í 1804, høvdu embætismenninir roynt at forða Pálli og at fella hann. Ríman verður tí í høvuðsheitum eitt álop á hesar fýra: kommandantin, landfútan, handilsforvaltaran og Havnar sýslumann.
Yrkjarin myndar teir í rovfuglalíki, meðan hann ger seg sjálvan til eitt tjaldur, sum við at ávara smáfuglarnar (fólkið) og við at hjálpa teimum máðar støðið undan valdi rovfuglanna og spillir ætlan teirra at skava alt inn undir seg. Embætismenninir royna sítt ítarsta at basa tjaldrinum, meinsla tað ella fáa lívið av tí.”