Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjavs í Posthúsinum í kvøld

Jóhann Lützen

Í kvøld verður hugnalig sjavs-kafé í Varpinum. Borð verða sett upp, kortini løgd klár og til ber at keypa sær kaffi og annað gott afturvið í Posthús-kaféini.

Tiltakið byrjar kl. 17 og øll eru hjartaliga vælkomin. Bæði roynd sum óroynd og eisini við ella uttan makkara.