Vit hava fingið hendur á skipanaruppskotinum viðvíkjandi Eysturoyartunlinum, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu handaði politisku skipanini ígjár.
Torbjørn Jacobsen sigur í formælinum m.a.
Samband hevur altíð verið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin, hóast sjógvur er ímillum. Gamla skipanin við skjútsi er kend, og táið Mjólkaforsýningin fyri júst 110 árum síðani varð stovnað, bleiv reglulig sigling við mjólk, posti og fólki skipað úr Havnini norður í Sundalagið og inn á Skálafjørðin, – eisini eftir at Strandfaraskip Landsins tóku yvir siglingina. Sjóvegis rutan steðgaði kortini fyrst í hesari øldini, helst av kappingini frá Norðskálabergholinum og almennu strætisvagnarutunum.
Tá Toftagjógv var snúningsdepil og ferjulega, hevði hetta væl av rullandi ferðslu við sær, men tíðin var ein onnur, bilarnir færri, fólki harvið minni mobilt og flutningurin var periodiseraður eftir fráferðunum av Toftum. Órógvin var harvið lítil og ongin av hesi ferðslu í økinum eystanfyri við Skálafjørðin – ígjøgnum bygdirnar Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavík.
Tey sum búleikaðust í økinum kendu ferðaætlanina hjá ymsu ferjunum, og vitstu harvið, nær ið rendini av hýruvagnum innaneftir komu, og nær ið teir kundu væntast at aka inneftir fjørðinum aftur.



