Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Skorheim: – Sera nógv byggivirksemi í Klaksvík

Jóhann Lützen

Tríggjar útbjóðingar verða í apríl mánaða, upplýsir Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík

Tað er nógv byggivirksemi í Klaksvík í hesum døgum. Summar verkætlanir eru nærum lidnar, ímeðan nakrar mangla nakað. Harumfrat eru nýggjar verkætlanir á veg. 

Vit hava vent okkum til Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík at frætta um støðuna. 

Jógvan Skorheim upplýsir fyri okkum, at eftir páskir fara tríggjar verkætlanir til útbjóðingar. Talan er um Rennibreyt við fótbóltsvølli við Másheyg, Bláa skýli við vøllin og Ídnaðarútstykking á Borðoyarvík. Rennibreytin skal verða liðug seint í 2019 og Bláa skýli vænta vit tekur umleið eitt ár at byggja, sigur Jógvan. 

Við ídnaðarútstykkingin á Borðoyarvík verður talan um 15.000 fermetrar til virkisbygningar. Harumframt er dentur lagdur á, at verkætlanin verður frágingin væl, so økið verður vakurt, tá verkætlanin er liðug og hugsað verður um núverandi bátahyl, sigur Jógvan Skohreim.