Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrivingin hjá Edmund ikki gagnlig fyri Sambandsflokkin

John William Joensen

Tað sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólki Sambandsflokksins í kvøld og hann váttar at tingmanningin hevur viðgjørt skrivingina hjá fólkatingsmanninum, Edmund Joensen.

Tað sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólki Sambandsflokksins í kvøld og hann váttar at tingmanningin hevur viðgjørt skrivingina hjá fólkatingsmanninum, Edmund Joensen.

Tað er eingin loyna at ein av størstu kritikkarunum av sitandi samgongu er fólkatingumboðið hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, og hann hevur næstan brúkt eitt hvørt høvið til at finnast at leiðsluni í Sambandsflokkinum – serliga sitandi løgmanni.

M.a. skrivar hann at Føroyar politiskt líkjast meira og meria einum “Paria-stati” ella “eitt óynskt land”.

Formliga liggur uttanlandspolitikkur undir Løgmansskrivstovuni, og har eigur hann eisini at vera. Veruleikin er tó, at Fiskimálaráðið í nógv størri mun rekur politikkin, ið sæst og hoyrist uttan fyri landoddarnar…

Fyrst og fremst er tó tørvur á, at vit hava eitt landsstýri, sum við sunnari fornuft dugur og torur at reka uttanlandspolitikk, ið flytir okkara land fram á leið. Lesur tú nýggjastu frágreiðingina frá landsstýrinum um uttanríkispolitikk, so má tíverri sigast, at nógv restar í. Ongin konstruktiv fiskivinnupolitisk kós og ongin nevniverdur Europapolitikkur.. ” skrivar Edmund Joensen so seint sum í farnu viku.

Og sum ikki einferð finst hann beinleiðis at Løgmanni: “…..Tað ber væl til at fáa væl betur burturúr, og tað ber eisini til at betra umdømið hjá okkara landi. Fyrsta kravið er, at ovasta leiðsla landsins gongur á odda….”

Tingbólkurin viðgjørt Edmund Joensen á fundi

Formaðurin í tingbólki Sambandsflokksins, Alfred Olsen, váttar at tingfólk hjá Sambandsflokkinum eru varðug við neiligu skrivingina hjá fólkatingsmanninum.

Tað er eingin loyna at hetta hevur staðið uppá í eina drúgva tíð har Edmund Joensen av ein hvørjari orsøk ferð eftir ferð hevur funnist sera harliga at leiðsluni í Sambandsflokkinum.

Av tí at atfinningarnar eru beinleiðs vendar móti formanni og næstformanni flokksins hevur tingmanningin latið tað verða upp til løgmann at avgerða um hann svarar áhaldandi atfinningunum ella ikki. Í Sambandsflokkinum eru vit samd um at halda innanhýsis ósemjur innanveggja, men sum sagt hevur tingbólkurin latið málið um skrivingina hjá Edmund Joensen upp í hendurnar á løgmanni.

Eitt av kritik punktunum hjá Edmundi er at sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum er ringur at fáa eygað á og hesum sjónarmiði er tingmanningin fult samd um. Tí hava vit sett hetta mál á dagsskrá fyri næsta fundin í tingbólkinum. Persónliga haldi eg at skriving sum tann hjá Edmund Joensen gagnar ikki flokkinum.