Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Smáskótadagur í Klaksvík

Jóhann Lützen

Leygardagin var nógv lív í Klaksvík, tá KFUM&K skótarnir og Skótalið Nólsoyar Pálls skipaðu fyri Smáskótadegnum. Evnið fyri dagin var “Ver til reiðar”, og hetta sást aftur í teimum ymisku aktivitetunum og avbjóðingunum, sum luttakararnir royndu seg við gjøgnum dagin.

 


Í alt vóru 235 smáskótar tilmeldaðir, og saman við leiðarum og hjálparfólki vóru omanfyri 300 fólk í gongd runt um í býnum gjøgnum dagin.

Vit eru vælnøgd við dagin og vilja takka øllum sum á ein ella annan hátt hjálptu til við degnum. 


Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & K Skótarnir í Klaksvík

Harleywoodpaint