Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – Stúrdi fyri reinførinum. Har vóru eingi nátthús – 13. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.



Presturin Neil Mackenzie, sum fór til St. Kilda í 1829, var sera illa við av teimum “skittligu” viðurskiftunum. Hann var ávirkaður av rákinum í Hálandinum og oyggjunum, har tað galt um at bøta um reinføri. Teir gjørdu eina ætlan fyri eini nýggjari bygd. Eggjaðir av fíggjarligari vælgerð frá ríkum onglendingi, Sir Thomas Acland, sum var á stuttari vitjan á Hirta, fóru oyggjabúgvarnir undir at byggja sær nýggj hús. Træ og glas – ókent tilfar frammanundan – vórðu brúkt í nýggju bygningunum. Millum árini 1836 og 1838 vórðu fimmogtjúgu hús, hoyggjhús og úthús bygd í buginum einar hundrað metur niðan frá strondini.

Tey nýggju, svørtu húsini vóru stórur bati í mun til tey fyrru. Í 1853 var Lady Macenzie of Gairloch saman við soninum Osgood á vitjan og sigur soleiðis frá. “Eg var bilsin av, hvussu reinir veggir og tekjur vóru á húsunum. Veggirnir eru bygdir eins og á Harris, sera tjúkkir og við mold ímillum. Tekjan røkkur bert til innara veggin, so tú kanst ganga runt uppi á vegginum. Tekjan er eggdánað eins og hølini hjá býflugum. Tekjan er gjørd úr træ við flag omaná og síðani fest við hoybendlum bæði á longs og á tvørs at halda flagnum, so tað ikki fer av vindi. Húsini hava vanliga eitt lítið vindeyga, og hurðin er hildin aftur av einum lási úr træ við lykli somuleiðis úr træ. Osgood legði til merkis, at teir brúktu nev av súlum til at festa bendlarnar.

Neytini stóðu enn í øðrum endanum av húsinum. “Neytini standa til vinstru, tá tú kemur inn, og omanfyri er einasta opið í takinum, so roykurin kann sleppa út. Men tey royna at hava roykin inni, so tey kunnu savna so nógv sót, sum til ber, tí tað er gott at taða við, tá teir í apríl fara undir at velta bygg og epli. Tey søgdu mær, at tey ongantíð tøma flórin fyrr enn tøðini skulu út á bøin, og at ofta var ilt at fáa hurðina upp fyri mykju.” Eldstaðurin var enn á miðjum gólvi, og eina ferð um árið varð gólvið grivið upp og nýggjur hálmur lagdur á. Í oktober, áðrenn farið varð undir veturin, var nýtt flag lagt á tekjurnar.

Í 1850unum helt presturin Dr. Maclachlan, at teir skuldu fingið fatur á nýggjum íløtum. Hann stúrdi fyri reinførinum á oynni. Har vóru eingi nátthús, og skuldu tey hjálpa sær sjálvum, so varð farið út á bøin. Hesin vinaligi presturin gav fyrst hvørjum húsarhaldi ein náttpott. Hetta kendu tey einki til, so tey nýttu hann til at súpa havragreyt úr.

Í hvørjum húsi var ein koyggjusong; hetta var vanligt alla staðni í Skotlandi. Á Hirta var hon nevnd crub. Har kravdist lítið tilfar til, og var tað skilagott á eini oyggj, har trævøkstur ikki fanst.

Tíðliga í sekstiárunum vórðu nýggj hús bygd av táverandi eigaranum, John Macpherson MacLeod. Ein røð av sekstan nýggjum húsum, seytjan alin long og átta alin breið, vórðu bygd, og John Ross, sum var húsinspektørur á ognini hjá MacLeod, hevði umsjón við byggingini. “Veggirnir”, skrivaði McDiamid, “eru væl laðaðir av høgdum gróti í hornunum og eru um 4 alin til hæddar. Har er skorsteinur bygdur í báðar endarnar, og í hvørjum húsi kundu tey breggja sær av at hava tvær grúgvur. Tvey vindeygu vóru í hvørjum húsi, eitt í hvørjum rúmi og vendu tey móti sjónum. Har var glas í vindeygunum, og hurðin, sum var millum vindeyguni, hevði klinku. Húsini stóðu einar tjúgu metur frá hvørjum øðrum, skjøldur móti skjøldri, fram við vegnum.

Vegurin var tann einasti í Vesturoyggjunum, og hann hevði enntá navn, “Main Street St. Kilda” (høvuðsgøtan) og húsini høvdu nummar; nummar eitt var húsið næst prestagarðinum. Har var steinsett fram við ovara kantin av vegnum, so ikki væta og runa varð drigin inn í húsini, tá tað var vátveður.

Innan vóru húsini býtt upp í tvey ella trý rúm við skilaveggum. Tey tvey rúmini vóru av hampiligari stødd, meðan tað triðja var inn frá hurðini, lítið og nakrar kassasengur. Tá tey vórðu bygd, høvdu øll húsini moldgólv; tað var ikki fyrr enn um aldaskiftið at betong varð nýtt, og seinni varð træ lagt í sovirúmið. Innan vóru veggirnir klæddir við pløgdum viði at halda vætuni burtur, og tey vóru takt við sinkplátum. Men tað var skjótt, at tær vórðu tiknar av vindi, so eigarin mátti leggja filt á, væl fest niður í múrin við veiri og so tjørað.

Hvørt hús var eins innan og uttan, og innbúgv var lítið men funktionelt. Hóast har var gjørt pláss inn í veggin, so hevði eingin eldstað ella kamin. Í hvørjum húsi var ein stór song úr óhølvaðum træ, okkurt skápið at goyma virðislutir og einar tvær tunnur við saltaðum sjófugli. Hvør familja átti nakrar stólar, sendir teimum úr Edinburgh, og so nakað av steintoy. Einasti lutur, sum hevði verið gjørdur á oynni, var ein strástólur. Eitt eiti av einum borði fanst eisini í hvørjum húsi, men sum lærarin skrivaði í 1890, “málað við móður jørð.”

Tey lógu ikki serliga væl, tá tey svóvu. Hóast har var nóg mikið av fjøður, so nýttu tey hálm og hoyggj í seingjarklæðunum, og undir høvdinum høvdu tey klæðini, sum tey lótu seg úr, áðrenn farið varð at leggja seg. “Tey liggja ár undan ári,” skrivaði Ross, “á harðari madrassu úr hálmi og leggja klæðir undir høvdið sum kodda. Restini eru tey í og hava einki undir sær uttan hesa hørðu madrassu og okkurt grovt teppi oman á sær. Tey tykjast at vera nøgd við støðuna, hóast tey liggja hvørt um annað í sama rúmi á gólvinum. Í einum samfelag, har familjurnar oftast taldu átta og fleiri, so var lítið pláss til hvønn. Um veturin, tá mesta tíðin fór við inniarbeiði, so man tað ofta hava kenst trongligt.

Tey gomlu húsini vórðu ikki niðurtikin, men í staðin nýtt sum fjós og úthús. Í geliska málinum finst einki orð fyri fjós, men teir nýttu í staðin orðið fyri “uttan fyri húsið”.

Frá miðjuni av nítjandu øld funnust tey mest nýmótans húsini á skotsku Vesturoyggjunum á St. Kilda. Hásinnið, sum eigarin vísti við at byggja teimum so framkomin hús, mundi stava frá tí, at hann metti hesar fjarskotnu oyggjar vera virðismikil partur av hansara ogn.

Men nýggju húsini vóru ikki lýtaleys. Har var sjálvandi einki nátthús ella vatn inni, og tunnu veggirnir gjørdu, at hvin hoyrdist alla tíðina, tá vindur var. At húsini vóru bygd so tætt at fjallinum gjørdi, at roykurin úr skorsteininum ikki altíð slapp burtur, men tað slerdi niður. Í 1875 skrivar John Sands, at veggirnir inni vóru svartir av sóti. Hann helt ikki at har hevði verið vaskað upp og niður, síðani húsini vórðu bygd. Onkur vildi ikki í nýggju húsini. Rachel McCrimmon vildi heldur liva restina av lívinum í gomlu, svørtu húsunum. Tað vóru fá av oyggjabúgvunum, sum broyttu livihátt, hóast tey fluttu í nýggjar umstøður.

Reinføri batnaði eitt vet. So seint sum í 1875 var presturin tann einasti, sum nýtti knív og gaffil. Øskudungin var beint framman fyri hurðina. “Tað hevði ikki tikið langa tíð at skúrað alt, tey áttu,” skrivaði Ross. “Men tað hugsa tey ongantíð um.” Onkur tallerkur varð turkaður upp í endan av fyriklæðinum. Knívar og gaflar, um tey høvdu tílíkar, vórðu koyrdir í munnin at reinsa. Ferðafólk, sum komu á vitjan, søgdu frá, hvussu skitin bæði hús og fólk vóru.

Emily MacLeod, systir eigaran, gjørdi nógv um aldaskiftið at bøta um reinføri. Royndin at forða fyri sjúkum hjálpti væl til at fáa konurnar av hugsa um at halda húsini reinari. Seinasta sjúkrasystirin, sum arbeiddi á St. Kilda, Miss Barclay, sigur, at húsini vóru lýtaleys og at fólkini vaskaðu sær og klæðini eina ferð um vikuna. “Gólvini vóru skúrað og rein,” skrivar hon. “Tú kundi fara inn og seta teg á stólarnar uttan ampa; tað kundi eg ikki altíð gera á meginlandinum: har mátti eg leggja mín Glasgow Herald undir fyrst. Eg hevði altíð mín Herald ovast í taskuni, tá eg var á meginlandinum, og eg mátti leggja hann á stólin, áðrenn eg setti meg.”

Klæðini á Hirta vóru heit og hóskandi. Teir gingu ikki í kilt á oynni, men gjørdu eins og útróðrarmenninir á vesturstrondini á Skotlandi. Brøkur, skjúrt og ullint klæði sótu leyst á kroppinum, so tey ikki forðaðu rørsluni og vóru haldbar. “Tað er løgið,” skrivaði Sands, “at á ongum klæðum sæst til nakað pynt, og soleiðis víkja teir frá sínum grannum vestanfyri, sum elska at pynta seg frá topp til tá og sum ….ikki kunnu torga nakað, sum sær keðiligt út og er ópyntað.”

Teir virkaðu flestu av klæðunum, sum teir høvdu fyri neyðini. Menninir gjørdu ikki bert sínar brøkur og skjúrtur, men seymaðu eisini kjólarnar hjá konum og døtrum. Útgerð sum húgvur, hattar, turriklæði og hálsbond komu av meginlandinum. Tað sigst, at ein serligur nýmótans tvongur ella lissa var komin út á St. Kilda bert eitt ár eftir, at hon var hægsti móti í London.

Menninir gingu allir í vovnari stúku, seymað saman við kamgarni, og í bláum, puntutum brókum littar við innførdum indigo. Um veturin høvdu teir húgvur við oyraklaffum og reyðum hálsklútum, vavdir fleiri ferðir um hálsin.

Kvinnurnar góvu eina meira málandi mynd. Tær gingu í stuttum undirskjúrti og síðum kjólum, sum tær hálaðu upp móti knøunum, tá tær skuldu gera okkurt. Á høvdinum høvdu tær litríkar húgvur. Konurnar bundu kjólarnar um seg við bandi runt um miðjuna og undir ørmunum. Allar kvinnurnar høvdu eitt bundnaturriklæði, sum varð fest við einari brosju ella einari heimagjørdari nál. Brosjan var bankað úr einari koparmynt, og nálin úr koparnagla, komin úr onkrum skipi, sum varð strandað á oynni. “Kvinnurnar,” skrivaði Macauley í 1850, “eru vakrastar; andlitið er frískligt og livandi og andlitsbragdið regluligt og fínligt. Vóru tær pent ílatnar og høvdu eina elegantari framferð, so høvdu tær verið mettar sum veruligir vakurleikagentur í “stuttleikaverðini.” Men harða stríðið hevði etið seg í andlitsdragið.

Tey nýttu ikki trúlovingarringar á Hirta. Giftar kvinnur skildu seg burtur úr teimum ógiftu av einum hvítum kappa, sum sat framman á høvuðturriklæðinum.

Mesta partin av árinum gingu menn hvørki í hosum ella skóm. Tá Martin Martin vitjaði oynna í 1697, gingu teir enn í “turning shoe”, gjørdir úr hálsinum av eini súlu, so tann natúrligi bogin í hálsinum gekk upp í hælin. Tílíkur fótbúni mátti liggja í vatni, tá hann ikki varð brúktur, og hann vardi sjáldan longur enn nakrar fáar dagar. Í nítjandu øld gingu kvinnurnar í skóm, sum menninir høvdu gjørt úr reimum av seyðaskinni.

FRAMHALD