Brennir tú fyri at arbeiða við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum annars? Okkara mekanikaratoymið á verkstaðnum hevur pláss fyri einum mekanikara, faklærdum ella einum starvsfólki við drúgvum royndum á økinum.
Mekaniska deildin fæst serliga við at servicera og feilfinna. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, og tað liggur væl fyri hjá tær at feilfinna mekaniskar, hydrauliskar og elektriskar trupulleikar á maskinum v.m.
Tú kemur at koyra út á okkara byggipláss og arbeiða runt um í landinum. Tú fær ein væl útbúnan bil, sum virkar sum tín amboðskassi, har tú kemur at gera mekaniskt arbeiði.
Vit bjóða
Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:
• er røkin og álítandi
• ert arbeiðssom/-samur
• ert sjálvstøðug/ur
• Brennir fyri omanfyri nevndu uppgávum
• Smittar góða lagið har tú kemur
Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í toyminum á verkstaðnum eru áleið 25 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild í framleiðir og uppsetur stálkonstruktiónir og gerð umvælingar – alt frá smáðum uppgávum til størri kai anlegg. Eisini taka vit okkum av at byggja og umvæla ymiskar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivna.
Tú er eisini vælkomin at lesa meira um ArtiCon sum arbeiðspláss
Mikudagin 21. oktober frá klokkan 17 verður spælt sjavs í Posthús-kaféini. Øll eru vælkomin, og tað ber til at møta…
Leygardagin 24 oktober verður Mása Kallsberg, 90 ár. Dagurin verdur hildin á Heiminum við Vágna, frá kl. 16 – 19…
Fróðskaparsetur Føroya útvegaði metstóran granskingarstuðul í 2025. Stuðulin vaks 68 prosent samanborið við árið fyri. Granskarar á Fróðskaparsetrinum útvegaðu tilsamans…