Lýsing

Skipari til bátarnar hjá Faroe Agency

Søkt verður eftir einum skipara til bátar okkara Mariu og Onnu at byrja 1. november 2021, ella eftir avtalu. Arbeiðs- og vaktarskipanin verður skipað 50/50. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí. Umstøður eru ikki at búgva umborð.

Høvuðsuppgávan er:

- At virka sum skipari í tøttum samstarvi við havnamynduleikarnar og leiðsluna hjá Faroe Agency.

- At hava eftirlit við at trygdin er í tráð við føroysk krøv og at tryggja trygdina hjá hvørjum einstøkum umvegis skilagóðar arbeiðsgongdir.

- At tryggja gott samstarv við mynduleikar og samstarvsfelagar í landi.

 

Sum skipari vænta vit at tú hevur:

- Útbúgving sum heimaskipari ella betri.

- Heilsuváttan (bláabók).

- Trygdarskeið fyri sjófólk.

- Gmdss ROC ella GOC

- Góðan málførleika at samskifta á føroyskum ella enskum.

- Ert røkin og kann arbeiða sjálvstøðugt, at tú ert fyrikomandi og kann taka við avbjóðingum.

 

Setanar- og lønarviðurskifti.

Setanartreytir og løn verður eftir avtalu.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Faroe Agency P/F

Yviri við Strond 23

FO-100 Tórshavn

 

ella á teldupost:

ker@faroeagency.fo 

 

Nærri upplýsningar kunnu fáast við at venda sær til Karl-Erik Reynheim á tlf 23 19 93

 

Faroe Agency er skipaumboð ið eisini hevur loðs og sleipibátatænastur til skip

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024