Lýsing

Vatnmeistari til vatndeildina

Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Á Teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu er starv sum vatnmeistari leyst at søkja. Vatnmeistarin verður partur av vatndeildini í umsitingini hjá kommununi á Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.

Tú

Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Uppgávur
Starvið umfatar rakstur og samskipan av øllum vatnverkunum í Klaksvíkar kommunu, og talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Eisini umfatar starvið leiðsluábyrgd, har vatnmeistarin eisini verður varaleiðari á vatndeildini.

Í stuttum inniber starvið sum vatnmeistari:


  • smidligar arbeiðsumstøður

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag

  • ávirkan á egið arbeiði

  • fakliga menning

  • viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála millum KAF og Maskinmeistarafelagið.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Óla Jákup Bech, tekniskum stjóra á tel. 410034.

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. januar 2018.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: klaksvik@klaksvik.fo – viðmerk “Starvsumsókn”

Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna er Føroya næststørsta og fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes. Í umsitingini starvast á leið 40 fólk, sum tilsamans umboða nærum allar hugsandi fakbólkar. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú sostatt partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024