Lýsing

Skrivstovufólk til fyrisitingina í Klaksvíkar sjúkrahúsi

Søkt verður eftir skrivstovu fólki til fyrisitingina at byrja 1. mai ella skjótast til ber.

Uppgávurnar eru:

  • Alt vanligt bókhaldsarbeiði, kontering, avstemman v.m.
  • Alt vanligt arbeiði í samband við lønarkoyringar
  • Svara bókhalds- og lønarfyrispurningum
  • Skráseta í journalskipan 360

Starvsøkið í fyrisitingini er:

  • At umsita debitor og kreditor bókhald
  • At umsita lønir og skráseta tímar hjá starvsfólki á sjúkrahúsinum og Heilsutrygd
  • At samskifta við, og vegleiða deildarleiðarar og starvsfólk
  • Journalskipan 360
  • Skiftilin, og annað fyrifallandi arbeiði.

Krøv til starvið:

Tað skal falla tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir, tá KT-skipanir stuðla undir øllum arbeiðinum á fyrisitingini. Fyrimunur er, um tú hevur arbeitt við Búskaparskipan Landsins (BSL), og almennum lønum, umframt vaktarskipan (PDC) og journalskipan 360.

Tú skal vera álítandi, røkin og hava góð samstarvsevni.

Setanarviðurskifti:
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Flokking samsvarandi royndum og útbúgving.

Hevur tú spurningar ella vilt hava meiri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Hera Ellingsgaard, sum er at hitta á telefon 21 69 60.

Umsókn:
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður send við teldubrævi til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 19.03.2018.
 

Aftur
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024