Lýsing

Kom og ger mun

Roðin søkir eftir tveimum starvsfólkum til Heimatænastuna. 

 

SØKT VERÐUR EFTIR:

Heimahjálp til fast starv at byrja sum skjótast. Talan er um 25 tímar um vikuna í
 

skiftandi vaktum, í dag- og kvøldvaktum og við tænastu annaðhvørt vikuskiftið.

Heimahjálp til tíðaravmarkað starv skjótast gjørligt frá 1. sep. til 1. desember 2020.
 

Talan er um 20 tímar um vikuna, dagvaktir 8 – 13. Góðir møguleikar eru fyri at halda

á fram sum avloysari tá starvstíðin eru úti og at arbeiða fleiri tímar.

 

FØRLEIKAR:

Søkt verður eftir fólkið við útbúgving sum heilsuhjálpari ella sum hava arbeiðsroyndir innan

umsorg og røkt.

 

VIT VÆNTA AT TÚ:

Ert rúmlig/ur og hevur lætt við at skapa samband við onnur

Ert nærlagdur og arbeiðssom/samur

Hevur lætt við at samstarva við onnur og samstundis megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Hevur teldførleika á brúkarastigið

Hevur koyrikort

 

VIT BJÓÐA:

- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum

- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar

hjá Roðanum

 

SETANARVIÐURSKIFTI:

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálpara Felag Føroya.

 

MEIRA FÆST AT VITA:

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara,

telefon 793304, t-post: kristbjorgt@rodin.fo   

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda

til rodin@rodin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17.08.2020.

Viðmerkjast skal „starvsfólk til Heimatænastuna“ .

Aftur
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024