Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summarfestivalurin sýnist at leggja vertin á tey í koyristóli

Oliver Joensen

Flestu almenn arbeiðispláss og almenn støð, har almenningurin vitjar, roynir at bera so í bandi at fólk í koyristóli so vítt gjørligt skal hava somu atkomumøguleikar, sum vit onnur, men tað sýnist Summarfestivalurin ikki at prioritera høgt

 Hesar báðar dagarnar ímeðan festivalurin hevur verið, hava koyristólar havt eitt sera kleimt pláss, tætt við eystursíðuna á pallinum. Hóast góðir møguleikar eru at skapa eina góða tribunu til koyristólarnar har, so vera teir kroystir burtur, aftanfyri hegn, áskoðarar, okkum myndafólk og til deils starvsfólk hjá festivalinum, at tey títt og ofta onki hendi.

Hetta kunnu vit ikki bara standa og hyggja at, tí hóast vit, sum hava verið har um vegir fleiri ferðir hava gjørt vart við hetta, so sýnist ongin at hava hug at taka hond um hesa skommina, tí hesi orðini her.

Sá eg rætt, so rýmdi onkur koyristólur í øðini í kvøld.

Oliver