Á Vágaportalinum, hevur Napoleon Magnussen eina áhugaverda grein um Eysturoyartunnilin, har hann ger greitt, at sjálvsagt skal tað almenna fremja hesa verkætlan.
Í hesum sambandi verður spurt um sjónarmiðið hjá Sjálvstýrisflokkinum: ”Er tað rætt at Palleba og Marsanna bara hanga upp á undirskotini, meðan privatir gera sær dælt av yvirskotisfyritøkunum” ?
Nei tað er tað sjálvsagt ikki.
Skulu privatir fáa loyvi til at gera Skálafjarðartunnilin, skal hetta verða við partalagsavtalu, tey kalla, ið er fult viðurkent alternativ til alment útboð, har árliga mestaavkastið hjá íleggjara verður ásett frammanundan, sparingar koma báðum pørtum til góðar, og tunnilin verður almenn ogn, tá ið hann hevur svarað hvørjum sítt. Løgtingið hevur samtykt hendan leistin og fer tað at nærkast einum ári, síðan samráðingarnar byrjaðu millum Tunnilsfelagið og Vinnumálastýrið. Royndirnar vísa, at ivaleyst verður verkætlanin nógv dýrari, um hon nú skal bjóðast út, samstundis sum ætlanin sjálvsagt eisini verður seinkað.
Royndirnar við partalagsavtalu eru góðar. Stóri nýggji bygningurin hjá Føroya Tele varð bygdur eftir hesum leisti, og man hetta verða ein av teimum heilt fáu stóru byggingum, har kostnaðarmetingin hevur hildið. Ein onnur líknandi partalagsavtala er gjørd millum arbeiðstakaran og Runavíkar Kommunu um byggingina av Runavíkar Skúla.
Tað er ein sannroynd, at almennu Føroyar hava í dag eina vælskipaða og trygga farleið millum Suðurstreym, Eysturoy og Norðoyggjar. Sjálvstýrisflokkurin er av tí áskoðan, at almennu Føroyar eiga ikki at átaka sær eina eyka milliarda íløgu og vága, við gerð av einum undirsjóvartunnli millum Eysturoy/Suðurstreymoy, tí harvið verður føroyska samfelagið skuldarbundið tilsvarandi. Vit kunnu í dag og framyvir velja at koyra ókeypis um brúnna; men við einum privatum alternativi fær brúkarin ein valmøguleika at koyra gjøgnum ein gjaldstunnil, sum má hava so lágan kostnað, at fólk sjálvboðin velja at brúka undirsjóvartunnilin.
Stigtakararnir vænta, at ferðslan fer at fleirfaldast og tað kann sjálvsagt eisini henda. Vandin er hinvegin, at við ferðslutrupuleikunum í høvuðstaðnum og manglandi parkeringsplássum, verða tað fleiri við mær, sum í høvuðsheitum fara at brúka almennu samferðsluna. Um bussamband verður hvønn hálva tíma og túrurin varar 15 minuttir er sjálvsagt, at tað kann henda, at bilferðsluna ikki økist so nógv sum stigtakararnir vænta og rokna við og inntøkan minkar samsvarandi. Sjálvandi er ein ávísur vági í so stórari verkætlan, vinningurin má svara til váðan. Eg skilji ikki, hví Vinnumálastýrið ikki skal gera samráðingarnar sum eru í gongd lidnar. Um hesar samráðingar ikki føra á mál, hava vit eina nýggja støðu, tá kunnu vit tosa um at broyta kós og avgera, hvussu víðari skal farast fram.
Sjálvstýrisflokkurin er sosial-liberalur og mær vitandi er ongin “skegg-trupuleiki” við nevndini í partafelagnum ella stigtakarunum. Eg eri ikki á nakran hátt heftur at fólkunum í tunnilsbólkinum. Haldi at teir hava gjørt eitt dygdargott arbeiði, men eg seti meg ikki føran fyri at meta um arbeiðsorkan og samsýningin samsvara, tað fara ivaleyst aðrir við betri førleika á hesum øki at meta um. Undir øllum umstøðum eiga stigtakararnir verkætlanina, og sjálvsagt má landstýrið keypa tilfarið frá partafelagnum og halda hesar skaðaleysar, um verkætlanin verður almenn uppgáva.
Napolion, tú skal hava tøkk fyri søguliga herðaklappið til Sjálvstýrisflokkin, har tú so væl vísir á, at tað er serstakliga á samferðsluøkinum, at Sjálvstýrisflokkurin hevur slóðað fyri í Vágoynni.
Tað er eisini rætt sum tú førir fram, at stór tilgongd hevur verið til Sjálvstýrisflokkin, eisini úr øðrum flokkum. Hesi fólk eru komin í Sjálvstýrisflokkin, tí tey her hava sæð ljósið og kunnu taka undir við politisku hugsjónini. Eg kann vegna floksleiðsluna boða frá, at vit eru sera glað fyri tilgongdina, sum vit hava upplivað positivt. .
Í valskrá síni til løgtingsvalið raðfesti Sjálvstýrisflokkurin útbúgving, umhvørvi, vinnu, vælferð, sjálvstýri og stjórnarskipan. Sokallaðu bleytu virðini við útbúgving og vælferð skuldu raðfestast fremst, tí ein høvuðsuppgáva er, at fáa ungdómin heim at arbeiða, nú tað er staðfest, at 2000 færri kvinnur eru í burðardyggum aldri í Føroyum enn tað eru menn. Somuleiðis ert tað ein trupuleiki at alt fleiri ung velja at búseta seg í útlondum (vit eiga seks børn, 4 av teimum eru uttanlanda).
Tí kendist tað himmalrópandi órættvíst, tá tingmanning Sjálvstýrisfloksins bleiv innkallað av løgmanni, formanninum í Miðflokkinum og formanninum í Tjóðveldi um skipan av samgongu. Tað einasta vit vórðu spurdir um, var okkara støða til Sandoyartunnilin og samanlegging av tunnilsprojektinum Eysturoyar/Sandoy. Vit hava yvirfyri veljarum okkara lovað, at vit skuldu raðfesta, tí má ryggur vera til at siga hvat skal gerast og hvat kann bíða. Sjálvstýrisflokkurin heldur tað vera beinleiðis ábyrgdarleyst, um tað almenna nú skal verða garantur fyri eini verklagslóg sum samlað kemur at kosta einar tvær milliardir. Fer samgongan at niðurbinda føroyska samfelagið við hesi risa-verkætlan, er vandin stórur fyri, at bleytu virðini framyvir koma at svíða fyri skeivu raðfestingini.
Norski oljugrunnurin eitur pensjonsfonden og verða tey fáu % goldin verða úr grunninum eisini brúkt til annað enn samferðslu.
Ein vansi við at leggja øll avgjøld á brennievni, rakar serstakliga útjaðaran, tí tað er serstakliga avstaðsfólk, ið dagliga skulu koyra langa leið til arbeiðis. Eri ikki ósamdur við tær í sjónarmiðinum, at vit áttu at avtikið vegskatt og lagt hetta avgjaldið á brennievni, so øll sum koyra á vegunum eisini útlendingar á henda hátt vórðu við til at gjalda fyri slit og viðlíkahald.
Samanumtikið, her er ikki talan um at Sjálvstýrisflokkurin hevur ein asosialan ella ósamhaldsfastan hugburð, tvørturímóti. Her er talan um at halda givin vallyfti og raðfestan í einum lítlum samfelag, sum hevur avmarkaðar fíggjarligar møguleikar og stríðist fyri at fáa ein sjálvberandi búskap. Tí er altavgerandi, at hvør almenn króna, sum verður tikin inn frá borgaranum, verður nýtt á skynsamuligasta hátt.
Vit halda lyfti við at orð og gerðir fylgjast, eisini eftir at veljarin hevur víst okkum álit.
Kári P. Højgaard
formaður í Sjálvstýrisflokkinum




