Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá vinnan var á netverksfundi hjá felagnum “Christian í Grótinum”

Jógvan við Keldu

Eitt sterkt vinnulív er grundarlagið undir einum framtíðarsamfelagi og skal styrkin varðveitast, er neyðugt, at fyritøkur fáa avkast til víðari menning og nýíløgur, samstundis sum møguleikar eru fyri, at tær kunnu granska við førleikamenning og arbeiða við marknaðarkanningum.


Eitt sterkt og vælrikið vinnulív gevur landinum vælferðina.

Vinnulívið í Klaksvík hevur nakrar netverksfundir árliga, har fyritøkur greiða hinum frá gongdini og møguleikum, samstundis, sum tosað verður um hvat er til at taka og hvørjir vansar liggja í framtíðini, tað veri seg við ótryggum kørmum, politisk ásett tyngjandi gjøld við ofta illa undirbygdum krøvum og hvørjir møguleikar liggja í núverndi treytum.

Týsmorgunin 14. apríl kl. 10, var so aftur netverksfundur í Norðhavnini hjá felagnum” Christian í Grótinum”, har fullsett var og flest allar vinnufyritøkur vóru umboðaðar.

Kristian Martin Rasmussen, formaður í samtakinum legði fyri og bjóðaði vælkomið og hevði áhugaverda frágreiðing um víðfevndu fyritøkuna frá byrjan, tá teir yvirtóku línuskipið “Borðoyarnes” og tey árini felagið fór ígjøgnum djúpar kreppur í sonnum fíggjarligum ódnarveðri og við seinni uppgongdum til eitt vælkonsoliderað virki og nú eftir seinasta skotið á bulinum var keypið av virkinum í Týsklandi, “Larsen Danish Seafood”.


Fíggjarligar – og marknaðaravbjóðingar

Síðani tók fíggjarstjórin, Jan Petersen, yvir við eini gjøgnumgongd av seinnu árunum, hvørjar fyritøkur felagið var við og átti í, sølutøl, satsningar, og greiddi frá veldugu avbjóðingunum eitt nú við nýíløguni í virkinum í Týsklandi.

Seinastur var Pól Huus Sólstein, sølustjóri, sum viðgjørdi sølu- og

marknaðarmøguleikar, sum vóru ymiskligir við ofta óstøðum marknaðum og bardagin at fáa til vega nýggjar marknaðir fyri aðrar.


Lívligt orðaskifti

Eftir innihaldsríku framløgurnar vóru møgleikar fyri spurningum, og nógvir spurningar vóru og lívligt orðaskifti var, nógv var tosað um hvørjir batar kundu verið framdir, um fíggjarligu krøvini og kapping við útlendskar fyritøkur.

Tað var rættuliga breið semja um, at tað hevði verið gott bæði fyri samfelagið og virksemi í vinnuni, at vitanin og upplýsingar um vinnuna høvdu eina størri breidd og vóru meiri víðfevnd millum føroyska fólkið.

Vinnulívsráðið, sum tilrættaleggur fundirnar takkaði so fyri sera góða uppmøting sum altíð, og fyri at felagið “Christian í Grótinum”, kundi hýsa netverksfundinum hesaferð.

Samstundis varð kunngjørt, at ein fundur við fyrilestri verður áðrenn summarfrítíðina, hann verður í mai mánaði, tá danin, Jens Kruhøffer fyri danskan felagsskap fer at tosa um “Staten i provinsen”, ein desentralisering av stovnum og fyritøkum. – Tað verður seinasti fundur hjá Vinnulívsráðnum áðrenn summarfrítíðina.


Harleyfacadeacryl