Um tvey ár ella so gevst Bakkafrost við virkseminum á Krivjivirkinum í Klaksvík, men enn er ikki støða tikin til um bygningurin verður seldur, sigur stjórin á Bakkafrost við Norðlýsið.
Um tvey ár ella so gevst Bakkafrost við virkseminum á Krivjivirkinum í Klaksvík, men enn er ikki støða tikin til um bygningurin verður seldur, sigur stjórin á Bakkafrost við Norðlýsið.
Hóast Bakkafrost hevur alistøðir á hvørjum firði í Norðoyggjum og Norðoyggjar standa fyri størstu helvtini av samlaðu alingini hjá Bakkafrost, boðar leiðslan í Bakkafrost frá at nú skal øll framleiðslan miðsavnast á Glyvrum á Skálafjørðinum.
Á tíðindafundi í Havn kl 10:30 fer Bakkafrost at greiða frá stóru útbyggingarætlanum fyri tilsamans 1 mia. Kr. har m.a øll framleiðslan verður savna á Glyvrum, men sambært stjóranum, Regin Jacobsen, verður framvegis stórt virksemið í Norðoyggjum.
– Vit byggja út á Norðtoftum fyri góðar 55 mió. kr. og hava ætlanir um aðrar íløgur fyri 50 mió. kr. í norðoyggjum, men tá vit hugsa um framleiðsluna er neyðugt at vit ikki læsa okkum inni í ávísum økið. Nú tað um nøkur fá ár verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin mugu vit hugsað um alt hetta økið sum eitt økið og tað er eingin loyna at Glyvrar liggja ótrúliga sentralt – serliga tá Skálafjarðartunnilin verður gjørdur. Men sum so hava ætlanirnar um nýbygging á Glyvrum einki við Skálafjarðartunnilin at gera.
– Virksemið hjá okkum er spreitt um landið og nú so stutt er at koyra er eingin trupuleiki at savna virksemið á einum stað.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur at enn er eingin avgerð tikin um Krivjuvirkið í Klaksvík sum møguliga verður selt. Men tey næstu tvey árini verður eingin broyting í virkseminum á virkinu.
SÍ ANNARS KUNNINGARTILFAR NIÐANFYRI




