Í dag bleiv nýggi tænastubygningurin á flogvøllinum reistur. Í hesum sambandi vóru umleið 60 fólk samlaði á farstøðini til eina lítla móttøku. Til staðar vóru umboð fyri nevnd og leiðslu hjá Vága Floghavn, umboð fyri Faerport, Atlantic Airways, Articon og undirveitarar hjá Articon.

Nýggj krøv frá mynduleikum, vaksandi ferðafólkatal og krøv um betri umstøður til komandi og farandi ferðafólk ger, at íløgan er sera neyðug fyri framtíðar menning av føroyskar flogvinnu.
Núverandi farstøð er 1800 kvm. Teir báðir taxfreehandlarnir eru umleið 70 kvm hvør. Nýggja farstøðin verður umleið 3800 kvm. og taxfreeøkið uml. 800 kvm.
Farstøðin og tænastubygningurin, sum í dag varð reistur, fevna um umleið 7600 kvm. Umframt Vága Floghavn, so kemur ein stórur partur av umsitingini hjá Atlantic Airways at húsast í tænastubygninginum. Eisini kemur politistøðin í Vágum at húsast har, umframt Posta.
Á farstøðini verða, umframt góðar umstøður til taxfreesølu og matarstøð, eisini hølir til avgreiðslu hjá Atlantic Airways, Avis, kunningarstovu og onnur hølir.
Um alt gongur eftir ætlan, so verður byggingin liðug í maj 2014.