Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv – Klaksvík International 2008: Heini aftur ein javnleik – er nú uppi á 1,5 stigum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Týsdagin tók Heini Olsen enn eitt fet fram móti triðja IM-norminum við javnleiki í fjórða umfari móti altjóða meistaranum IM Esben Lund.

Um tað skal eydnast einum av føroysku luttakarunum í Klaksvík International 2008 at vinna ein IM-norm, so er kravið, at viðkomandi samanlagt vinnur 5 stig í hesi sera sterku kapping.

Nú 4 umfør eru telvað, hevur Heini Olsen savnað sær 1½ stig, so nú hevur hann 5 umfør eftir, har hann skal vinna samanlagt 3½ stig, um triði IM-normurin skal verða hansara eftir hesa kappingina.

Hinir báðir føroyingarnir í kappingini, Martin Poulsen og Olaf Berg, møttu hvørjum øðrum í 4. umfari týsdagin, og teir sótu framvegis, tá ið Norðlýsið var á gátt. Martin, sum undan hesum umfarinum hevur 1 stig, tóktist hava fyrimun í støðuni, so um honum eydnast at vinna, kemur hann upp á 2 stig eftir 4 umfør. Olaf hevur hinvegin enn einki stig vunnið, men sum sagt var talvið teirra millum ikki liðugt, tá ið Norðlýsið var á vitjan.

Sum nevnt, fekk Heini Olsen remis ímóti IM Esben Lund týsdagin. Hetta var eftir eina støðu, sum báðir telvarar hildu vera rættiliga javna og fløkta, so ilt var at siga, hvør teirra hevði fyrimun, áðrenn teir eftir 29 leikir samdust um remis.

Hinvegin varð hildið, at Heini dagin fyri, mánadagin, í 3. umfari, hevði fyrimun í støðuni í talvinum ímóti GM Ralf Åkesson, men tá av tornaði vann stórmeistarin á Heina.

Mikudagin møtast Heini Olsen og Olaf Berg, og uttan iva er hetta eitt talv, sum fær stóran týdning fyri møguleikarnar hjá Heina at náa teimum 5 stigunum, sum krevjast fyri at vinna ein IM-norm.

Martin skal møta GM Sulskis Sarunas, sum liggur á odda í kappingini, so hann fær sína søk fyri mikudagin.