Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir yngru eru eitt gott Team Klaksvík: Dreingjaliðið hjá Team Klaksvík klárar seg væl

Norðlýsið ÍTROTTUR

Farna vikuskiftið leiktu dreingir 12 ár hjá Team Klaksvík 3 dystir, harav teir vunnu 2 og spældu 1 javnan.

Hóast Team Klaksvík enn er næstan ein ársungi, so eru longu tekin um menning og “team-building”, ikki minst í yngru liðunum, sum geva vón um bjarta framtíð.

Tá ið Team Klaksvík varð stovnað, skortaðu ikki góðynski úr øðrum hondbóltsfeløgum, har kendir persónar innan føroyskan hondbólt ynsktu felagnum hjartaliga vælkomnum, og har hesir millum annað førdu fram, at Klaksvík og Norðoyggjar eru ein so stórur landspartur, at har eigur eisini eitt sterkt manshondbóltsfelag at búgva.

Enn er sjálvandi ikki komið á mál, tí framvegis er so lítið fráliðið, men longu nú byrjar felagið at fáa úrslit, sum eru tekin um eina byrjandi menning av manshondbóltinum í Klaksvík.

Eitt av yngru liðunum í Team Klaksvík eru dreingir 12 ár, sum farna vikuskifti leiktu 3 dystir í Klaksvíkar Badmintonhøll.

Úrslitini í badmintonhøllini leygardagin vóru hesi:
Team Klaksvík – Neistin b  8-8
Kyndil – VÍF b  6-12
Team Klaksvík – Kyndil  17-6
Neistin b – VÍF b  9-9
Neistin b – Kyndil  13-11
VÍF b – Team Klaksvík  6-12

Sostatt var úrtøkan hendan:
Team Klaksvík vann 2 dystir og leikti 1 javnan,
Neistin b vann 1 dyst og leikti 2 javnar,
VÍF b vann 1 dyst, leikti 1 javnan og tapti 1, og
Kyndil tapti 3 dystir.

Samlaða støðan í bólki B: (kelda: www.hsf.fo)

1) VB            10 dystir    +119 mál    20 stig
2) VÍF b        11 dystir    +  27 mál    15 stig
3) Neistin b   11 dystir    –    9 mál    14 stig
4) Team Kl.   11 dystir    +    2 mál    10 stig
5) Kyndil       11 dystir    –  50 mál      5 stig
6) H71 b        10 dystir     –  89 mál     0 stig

Næsta vikuskifti skulu dreingirnir til Hoyvíkar at spæla 4 dystir, og um tað gongst teimum væl, kunnu teir blíva nr. 2 í teirra bólki í ár.