Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniska umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu visiónsleys

John William Joensen

Miðbyurin 2010 kampingvognar ella eitt livandi økið ?
Skrivar Óli M. Lassen

Óli M. Lassen

Lesi á portalinum at umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu mælir til at grótkastið inni á vánni verður nýtt til kampingpláss fyri húsvognar. Til hetta er at siga, um húsvognar stóðu har á summarfestivalinum so fóru hesuir á sjógv í nógva vindinum.

Men tað sum er mest skákandi við hesum uppskoti hjá teknisku umsiting er, at hetta vísur ein totalan mangul uppá býarplanleggjan og menning av okkara miðbýi. Samstundis sum hetta er ein total háðan av okkum, sum vilja liva og virka í hesum øki. Vit ynskja nýhugsan og menning av okkara miðbýi.

Økið við bátabrúgvarnar og økið inn móti sandinum ið er fylt út, kann gerast til eina sanna perlu. Tað er einki at yvast í, at hetta kann gerast til eitt sereyðkenni fyri Klaksvíkina um rætt verður atborið.

Plantan, ljóssetan og vindverju
Hetta er eitt økið, ið nú kan mennast, og við vatni og einari á hvørjum meðirnar útfyllingina, eru nógvir møguleikar við at nýta hesar fortreytir positivt.

Møguligt er eisini at gera brúgvar út á útfyllingina. Og við ljóssetan, plantan og vindverju kunnu vit byrja at menna hetta økið.

Eftir hetta, kunnu vit í Klaksvík hugsa um, hvussu vit skulu byggja á økið. Um vit hugsa um nýmótans býarmenning so er vist, at her ikki verða parkeringsbásar á økjunum, enn minni einkisigandi fyrisitingarbygningar, men ein røð av handlum og matstovu, café, konsertsalur / biografir / fundarsalur v.m.

Men hetta krevur at vit hava opinleika og geva borgarunum í Klaksvík og eisini føroyskum arkitektum møguleika at verða við til, at menna hetta økið.

Vit mugu vísa á, at vit eisini innan hetta økið hava fólk við vitan, vilja, visiónum og kreativiteti til at menna hetta frálíka økið.

Ikki er neyðugt frá Kommununar síðu at skrumbla nakað ígjøgnum nú í óðum verkum. Hetta økið hevur ligið sum ein skamblettur nú í fleiri ár – nú er møguleikin at integrera økið inn í eina heildarmenning av okkara miðbýi. Kommunan skal hugsa minni um summarfestivalar, tjalding v.m. Men heldur leggja orku í at menna býin fyri okkum sum skulu brúka hann 365 dagar um árið heldur enn at koma við talentleysum loysnum um tjaldingarpláss og húsvognaøkir v.m.