Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum. Nú í Tryggingarfelagið Føroyar hevur longt avtaluna, sum høvuðsstuðul hjá Treysti, verður aftur í ár skipað skipað fyri TF-Renning.
Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í ár verður hendan renningin so leygardagin 23. mars, sum er samai dagur, sum Treysti fyllir 15 ár.
Nógvir bólkar
Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir og kvinnur og menn. Heiðursmerkir, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, verða til nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum.
Skráin fyri renningina verður ca. soleiðis:
09.30-10.15 Tilmelding í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
10.30 Gentur & Dreingir f.2007 ella seinni – umleið 250m
10.40 Gentur & Dreingir f.2005-2006 – umleið 400m
10.50 Gentur & Dreingir f.2003-2004 – umleið 400m
11.00 Gentur & Dreingir f.2001-2002 – umleið 700 km
11.00 Gentur & Dreingir f.1997-2000 – umleið 700 km
11.15 Kvinnur & Menn opin bólkur f.1968-1996 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn veteranar f.1958-1967 – 3,1 km
11.15 Kvinnur & Menn superveteranar f.1957 ella fyrr – 3,1 km
11.45 Heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar (ella uttanfyri um tað viðrar)
Tilmelding fer fram í deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Kirkjubrekku leygarmorgunin 23. mars millum kl. 9.30 og 10.15. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Kirkjubrekkan stongd
Í samband við renningina er sjálv Kirkjubrekkan stongd fyri ferðslu í tíðarbilinum meðan børnini renna. Startur og mál verða uttanfyri deildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Børnini renna niðan til Christianskirkjuna og oman aftur. Tey vaksnu skulu renna fýra umfør á 775m, sum er niðan eftir Uppsalagøta, Fosságøta, Vágsheygagøta og so oman gjøgnum Kirkjubrekkuna.
Eftir renningina verður okkurt leskiligt at fáa frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð.




