Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðaravmarkað starv sum dagrøktari og avloysarastarv í Oyndarfirði

Dagrøktin í Oyndarfirði

Dagrøktari í Oyndarfirði, starvið er ¾ tíð, byrjar 14. august 2017 og heldur fram til 1. desembur 2017. Starvsstaðurin verður á Lítlumørk.

Avloysari, at avloysa í Oyndarfirði. Starvið er tímalønt hjálparfólkastarv eftir sáttmála við Pedagogfelagið

Í dagrøktini eru børn í aldrinum 0-5 ár.

Vit bjóða dagrøktara

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðsluni

Vit vænta, at dagrøktarar

  • kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

Umsóknarfreist 7. juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo