Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ: Serdagsstovnurin víðkar tænastutilboðið

Oliver Joensen

Virksemið hjá Serdagstovninum á Argjum verður nú víðkað til eisini at fata um málbólkin, sum er børn við breki og víðfevndari sjúku og familjur teirra. Verandi tilboð heldur áfram, men mett verður, at somu fakligu førleikar eisini kunnu nýtast at hjálpa familjum við børnum, ið bera brek og hava víðfevndar sjúkur.

Endamálið við víðkaðu ráðgevingini/viðgerðini á stovninum verður:
·    at hjálpa barninum/tí unga og familjuni at síggja teirra egna tilfeingi
·    at stuðla barninum/tí unga og familjuni í einari uppbyggjandi menningargongd og
·    at fyribyrgja, at barnið/tann ungi verður sett heiman (barnaverdarøkið) ella fær tørv á bústovni ov tíðliga (brekøkið)

Almannastovan hevur samband við nógvar familjur við børnum, ið bera brek og hava víðfevndar sjúkur og mett verður, at nógvar teirra kundu fingið stórt gagn av einum slíkum tilboði.

Í barnaverndarmálum er tað framhaldandi Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum stendur fyri innskrivingini til stovnin. Fyri børn, ið bera brek verður tað ein nevnd á Almannastovuni, sum innskrivar til stovnin.

Serdagstovurin á Argjum varð tikin í nýtslu í november- desember 2006. Stovnurin er grundaður á eitt álit um Serdagstovn, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk handað í juli 2005. Mett varð, at 20 børn í aldrinum 0-7 ár høvdu brúk fyri einum serligum tilboði. Innskrivingin á stovnin hevur ikki verið sum væntað. Ein orsøk kann vera, at nýggj barnaverndarlóg varð sett í gildið 1. januar 2006 og tær nýggju barnaverndartænasturnar hava valt at loyst uppgávurnar øðrvísi.

Grundarlag er tí fyri at víðka um tilboðið hjá Serdagsstovninum til gagns fyri børn við breki og víðfevndari sjúku og familjur teirra.


Tórshavn, tann 19. apríl 2007

Almanna- og heilsumálaráðið