P/F Føroya Shell hevði 15,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør, og felagið rindaði landskassanum tilsamans 65,5 milliónir krónur í tolli, avgjøldum og partafelagsskatti. Eisini gekst væl á starvsfólkaøkinum, har felagið áhaldandi leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi
Úrslitið hjá P/F Føroya Shell eftir skatt í 2006 var 15,6 milliónir krónur. P/F Føroya Shell rindaði landskassanum 61,4 milliónir krónur í tolli og avgjøldum í 2006, og partafelagsskatturin var 4,1 milliónir krónur. P/F Føroya Shell legði sostatt tilsamans 65,5 milliónir krónur í landskassan í 2006.
Starvsfólkahópurin hjá Shell er settur saman av fólkum í fulltíðarstørvum, fólkum í niðursettari tíð og leyst knýttum starvsfólkum. Í miðal starvast 95 fólk hjá Shell í Føroyum, og tey fingu tilsamans 33 milliónir krónur í lønum og eftirlønum í 2006.
Fleiri viðurskifti á alheims oljumarknaðinum elvdu til, at altjóða oljuprísurin lækkaði seinna hálvár í fjør. Prísfallið stavaði m.a. frá, at veturin var lutfalsliga heitur í vesturheiminum, har nýtslan tískil minkaði, og harumframt var roknað við minni framgongd í heimsbúskapinum. Lægsti prísur á brenniolju frá P/F Føroya Shell í 2006 var í desember, tá 1.000 litrar kostaðu 5.150 krónur. Hægsti prísur á brenniolju var í august, tá kostaðu 1.000 litrar av olju 6.063 krónur.
Væleydnað trygdarvika
P/F Føroya Shell hevur áhaldandi heilsu, trygd og umhvørvi í hásæti, og Shell í Føroyum arbeiðir á hesum økinum sambært sonevndu HSSE-skipanini, sum altjóða Shell Bólkurin arbeiðir eftir.
Í seinnu helvt av juni 2006 setti P/F Føroya Shell hesi viðurskifti ovast á dagsskránna við serstakari trygdarviku, sum var liður í einum heimsumfatandi átaki hjá Shell Bólkinum. Trygdarvikan var skipað bæði fyri starvsfólkum og uttanhýsis við m.ø. heilsukanning av starvsfólkum, heilsurenning og fyrilestrum. Shell sendi øllum barnagørðum í landinum tilfar til eina litikapping, har børnini skuldu litleggja myndir um trygd í ferðsluni. Vinnandi barnið fekk virðisløn og slapp at bjóða hinum í stovuni út at bowla. Eisini læt P/F Føroya Shell Hjartafelagnum og Ráðnum fyri Ferðslutrygd 25.000 krónur í stuðli í part, tá trygdarvikan endaði.
Trygdarvikan eydnaðist sera væl, og Shell vildi við vikuni vísa á tann stóra týdning, heilsa, trygd og umhvørvi hava fyri samfelagið, einstaklingin og arbeiðsplássini, sum m.a. skráseta færri sjúkradagar. Endamálið við trygdarvikuni var sostatt ein roynd at stimbra hugburðin í Føroyum til heilsu, trygd og umhvørvi. Sjálvt um føroyingar seinnu árini hava fingið eina sunnari atferð á hesum økjum, so er P/F Føroya Shell av teirri áskoðan, at tað verður ongantíð gjørt ov nógv fyri at minna á alstóra týdningin av at hava hendan partin við sær í gerandisdegnum.
Í fjør var avgjørt at halda P/F Føroya Shell roykfrítt. Hendan reglan kom í gildi 1. apríl 2007, og hon ber við sær, at tað er bannað at roykja á øllum bústøðum og í øllum akførum hjá fyritøkuni.
Varlig koyring
P/F Føroya Shell skipaði fyri nógvum skeiðum innan trygd í 2006, og serligur dentur var lagdur á koyringina við tangabilum og øðrum akførum hjá fyritøkuni. Koyringin verður mett sum størsta vandaøkið.
Shell skipaði fyri tí fyrsta skeiðnum nakrantíð í Føroyum við einum fullfíggjaðum koyrisimulatori til lastbilar. Har ber til at erta fram vandamiklar støður, og allir tangabilaførarar hjá P/F Føroya Shell vóru í simulatorinum, eins og teir eisini vóru sendir til Danmarkar á koyriskeið á veruligari hálkubreyt.
Skeiðini vóru skipað í samstarvi við flutningsdeildina hjá Shell í Norðurlondum. P/F Føroya Shell leggur stóran dent á at fáa sum mest burtur úr samstarvinum innanhýsis í Shell Bólkinum, men Shell í Føroyum vil áhaldandi eisini sýna samfelagsábyrgd og ynskir tí gott samstarv og samskifti við allar partar av føroyska samfelagnum.
Vinalig heilsan
Hákun Djurhuus, stjóri




