Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Zarepta-legunum: Lega fyri 18 ár og eldri viðger áhugaverd evni

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Vikuskiftið 4.-6. sept. verður lega í Zarepta fyri tey, sum eru 18 ár og eldri, og hesaferð verður evnið “Gud skaparin og heilagleiki Hansara”, sum bíbliulærarar fara at viðgera frá ymiskum síðum.

Legan byrjar fríggjakvøldið 4. september, har byrjað verður við, at luttakararnir fáa ein nátturðabita klokkan 19:00.

Seinni fríggjakvøldið, tá ið fólk eru komin upp á pláss, verður ein løta í salinum, har Rúni Hansen fer at tosa út frá evninum “í heiminum, men ikki av heiminum”.

Skapanarverkið lýst
frá ymiskum síðum

Leygarmorgunin verða tveir bíbliutímar, har skapanarverkið verður høvuðsevnið.

Teir báðir, Jens Bech og Richard Schwartsson, fara úr ymiskum sjónarhornum at lýsa partar av skapanarverkinum.

Seinastu løtuna sama kvøldið verður eitt pallborð í salinum, har sama evnið verður viðgjørt og høvi verður at seta spurningar. Saman við áðurnevndu undirvísarum kemur eisini Símun Absalonsen at luttaka í hesum pallborði.

Seinnapartur við m.a.
sangi og filmsbroti

Eftir ein góðan døgurðabita á middegi leygardagin verður seinnaparturin tøkur hjá leguluttakarunum til egna dispositión , tað veri seg fríløtur, kaffi, prát, hugni, spæl, ítrótt, túr ella hvat hugurin er til.

Áðrenn nátturða verður ein løta í salinum við sangi og onkrum filmsbrotum, sum eisini taka støði í skapanarverkinum og Skaparanum.

Heilagleiki

Beint eftir nátturða verður ein løta í salinum, har John í Skemmuni tekur táttin frá fríggjakvøldinum uppaftur um heilagleika Guds og ynski hansara um, at børn Hansara halda seg ódálkaði av heiminum.

Sunnumorgunin fer Poul Færø at hava tann seinasta bíbliutíman á leguni, sum eisini tekur støði í heilagleika Guds.

Legan endar á middegi við døgurða. Síðan verður ruddað av, og fólk leggja leiðina heimaftur.

Tilmelding
fer fram á tlf. 28 21 40, har ringjast kann eftir klokkan 17:00.

Legugjaldið er Kr 450,-

Harleyfacadeacryl