Leygardagin tann 26. apríl verður 10. og seinasta umfar í liðkappingini 2007/08 telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík, har allar deildir fara at telva seinasta umfarið á sama stað.
Tað er nú greitt, at Klaksvík verður vertur fyri seinasta umfarinum í liðkappingini í talvi í ár.
Sigast má, at hetta er hóskandi, nú Klaksvíkar Kommuna í ár hevur 100-ára hátíðarhald.
Klaksvík 1 má vinna
4 – 0 á Vestmanna 1
Spenningurin er framvegis til staðar í sterkastu talvdeildini, 1. deild, har Vestmanna 1 liggur á odda við 29½ stigi, og Klaksvík 1 er næstovast við 26½ stigi.
Júst hesi bæði liðini bresta saman í hesum seinasta umfarinum, men av tí at Vestmanna 1 hevur betri mótstøðustig, er kravið til Klaksvík 1, at teir mugu vinna stórsigur 4-0 á kappingarneytanum.
Hetta er neyvan eitt realistiskt úrslit, men hinvegin er tað ikki ógjørligt, og tí kann spenningur koma í, um klaksvíkingar fáa góðan vind í seglini í síðsta umfarinum.
Vestmanna 2 liggur klárt niðast í 1. deild og flytur tí niður aftur í 2. deild.
Í síðsta umfari møtast liðini soleiðis í 1. deild:
*Klaksvík 1 – Vestmanna 1
*Sandavágur – Vestmanna 2
*Klaksvík 2 – Havnin
Havnin fer helst at
flyta upp í 1. deild
Støðan í 2. deild er eitt sindur javnari:
1) Havnin 3 23,0 stig
2) Kollafjørður 20,0 stig
3) Toftir 18,0 stig
4) Klaksvík 3 17,0 stig
5) Havnin 2 16,0 stig
6) Sandavágur 2 14,0 stig
Í 2. deild eru hesir dystir í endaumfarinum:
*Toftir – Havnin 2
*Klaksvík 3 – Havnin 3
*Kollafjørður – Sandavágur 2
Sostatt hevur Havnin 3 besta útgangsstøðið at flyta upp í 1. deild, meðan Kollafjørður hevur ein teoretiskan møguleika, um tað skuldi hent, at teir vunnu stórsigur á botnliðnum, Sandavági 2, samstundis sum Klaksvík 3 vinnur stórt á Havnini 3.
Í unglingadeildini er longu greitt, at Klaksvíkar Talvfelag er føroyameistari.
Endaumfarið í talv-liðkappingini byrjar kl. 12.00 næsta leygardag í Ósáskúlanum.




