Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá www.blaabylgjan.com: Bláa Bylgjan spennir seg út – áheitan á KÍ-stuðlar

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Vit fara at heita á øll KÍ viðhaldsfólk um at taka bláa búnan við til dyst og ikki minst at offra røddina fyri felagið sunnudagin, skrivar Bláa Bylgjan m.a. á heimasíðuni.

Á Toftum var stemningurin í topp, og tað sá út til at hjálpa, tí afturfyri fingu vit ein sera góðan innsats frá øllum teimum bláu leikarunum. Tí vóna vit, at leikararnir hava fingið armarnar niður aftur og kunnu vísa sama vilja sum á Toftum til hendan komandi dystin.
 
Tí er eingin ivi um, at vit mugu endurtaka stemningin til sunnudagin. Veðrið sær út til at blíva hampuliga gott, og tí er breið semja um, at vit mugu mála skýlið blátt og hvítt. Vit fara at heita á øll KÍ viðhaldsfólk um at taka bláa búnan við til dyst og ikki minst at offra røddina fyri felagið sunnudagin. Tá tað bar til í vindinum á Svangaskarði, so eigur tað at kunna gerast uppaftur betri í heimaliga skýlinum hjá okkum. Trummur og blá fløgg skapa karmarnar – so mugu fólk samlast og koyra á liðið. Maverick letur upp kl 13.00 og best er, at áskoðararnir hálvan tíma undan dystinum eru í skýlinum, soleiðis at leikararnir undir upphitingini merkja uppbakningin og sostatt eru klárir, tá dysturin byrjar.
 
Nýggja KÍ fløgan hjá Bláu Bylgjuni kemur sjálvandi eisini at skapa tann posetiva stemningin.
 
Vit HOYRAST sunnudagin :-))))