Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur er í holtur við at skriva bind II av Klaksvíkar søgu, sum ætlandi kemur út í heyst, upplýsir Kl. Kommuna.
Í vikuni hevur Hans Andrias verið í býráðshúsinum og leitað í skjalagoymsluni hjá Klaksvíkar Kommunu.
– Eg havi longu skrivað heilt nógv av seinna bindi av Klaksvíkar søgu, ið strekkir seg frá 1856 til 1939, sigur Hans Andrias.
– Hetta tíðarskeiðið er sera áhugavert, tí vit fáa her fleiri stovnar, og samfelagið gerst meira fjølbroytt, sigur ein fúsur Hans Andrias Sølvará, sum samstundis fegnast um tað rúgvusmikla myndatilfarið, ið finst av hesum tíðarskeiði.
Ætlanin er at Klaksvíkar Søga bind II skal koma út í heyst, skrivar www.klaksvik.fo




