Gunvá við Keldu, komandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu helt sína fyrstu røðu týskvøldið í býráðshøllini, har nývalda býráðið, sum tekur við eftir ársskiftið, hevði sín fyrsta fund.
Niðanfyri verður røðan hjá Gunvá við Keldu endurgivin:
Tað er við eyðmýkd og álvarsomum kenslum, eg vil takka fyri tað álit mær er víst, at stjórna Klaksvíkar kommunu og taka við frá 1. januar 2009 fram til 31. desember 2012.
Sum næststørsta kommuna í Føroyum eigur Klaksvíkar kommuna at hava sítt ásýniliga pláss á føroyakortinum. Okkum dámar væl tá onnur geva okkum heitið fiskivinnuhøvuðsstaður føroyinga, eins og vit tíðum brúka hesa vending sjálvi.
Tey seinastu mongu árini er Klaksvíkar kommuna broytt heilt nógv, bæði tá vit hugsa um tilboð til borgararnar, og eisini tá hugsað verður um tær útbyggingar, sum eru framdar. Inntøkurnar eru vaksnar ár eftir ár, og hevur hetta latið upp fyri møguleikum, sum í mongum førum vóru hart tiltrongdir eftir trongu árini fyrst í nítiárunum.
Fasta sambandið við meginøkið hevur givið okkum óánaðar møguleikar, bæði tá vit hugsa um samstarv innan vinnulívið, mentan og møguleikar fyri framtíðarsamstarvi millum kommunurnar í Eysturoy og Norðoyggjar. Hóast útlitini í dag tykjast heldur døpur, kenna vit frá søguni, at vit altíð hava livað undir skiftandi umstøðum, og kunnu vit í dag hóast alt siga, at vit hava ein dynamiskan og áhugaverdan bý.
Frá náttúrunnar hond hava vit fingið í gávu ein vakran bý. Henda gáva setur stór krøv til okkum sum skulu skipa fyri, at samljóð verður millum náttúru, visjónir og ætlanir hjá borgarunum og vakurleika/estetikkin í útbygging av býnum. Hesi krøv sum verða sett okkum, eiga at verða útint í tøttum samstarvi við borgararnar
At vit í ár hava kunnað hátíðarhildið 100 ár sum kommuna, kunnu vit takka framskygdum borgarum, sum í 1908 sóu at Klaksvíkin kom at hava stórar møguleikar fyri vinnuliga økið Í Føroyum.
Seinastu árini er Klaksvíkar kommuna aftur økt betýðiligt í vavi, afturat bygdunum Norðoyri, Ánunum, Strond og Árnafirði, eru komnar bygdirnar Mikladalur, Trøllanes og frá 1. januar komandi verður Svínoyggin eisini ein partur av Klaksvíkar Kommunu. Hesar bygdir gera Klaksvíkar Kommunu uppaftur meiri áhugaverda, bæði í mentan, vakurleika og ongin ivi er um, at bara hugflogið forðar fyri hvat kann gerast á hesum vøkru og áhugaverdu plássum.
Vit øll 11 sum eru vald inn í býráðið, hava eitt hjarta fyri okkara kommunu og ynskja tey bestu kor fyri býin, bygdirnar og borgararnar allar. Neyðugt verður at vit í felag vilja virka fyri góðum og gevandi karmum borgarum okkara at frama.
At enda vil eg leggja dent á, at í komandi døgum verða sett stór krøv til bæði býráð og embætisfólki í kommununi, tí skýggini í løtuni tykjast dimm.
Eitt kinesiskt orðatak sigur, at: "Tann í gongur varliga kemur langt".
Í hesum tíðum er ringt at siga, hvussu framtíðarútlitini fara at verða, serliga um vit taka dømi, har serfrøðingar fóru so skeivir, tá teir í juli mánaði í ár roknaðu við at oljan fór at kosta 350 dollarar fyri tunnuna við ársenda og tað nú vísir seg, at hon í dag kostar 50 dollarar. So tíðirnar kunnu broytast skjótt.
Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum tillukku við valinum til Klaksvíkar Býráð við vón um blíðan byr og at biðja Guds signing yvir bý okkara og kommununa alla.
Takk fyri.
(kelda: www.klaksvik.fo)




