Lýsing
Lýsing
Lýsing

Karmarnir verða alsamt betraðir: Treysti í egnum hølum

SKRIVAÐ: (Hannefía Joensen)  |  23.11.2007 - 21:11 Eldri tíðindi

Nú badmintonhøllin er liðug, hevur Ítróttafelagið Treysti, sum eitt av 5 ítróttafeløgum, fingið sítt egna, sera snotuliga, felagshølið við atgongd frá sjálvari ítróttarhøllini.

Ein av fyrimununum við nýggju badmintonhøllini eru tey íalt 5 hølini, sum nú verða leigað út til ymisk lokal ítróttafeløg, herundir eisini til Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð (NFÍ).
Fyrsta felagið at innrætta sítt hølið var Ítróttafelagði Treysti, og tað var ein glaður Guttorm Sørensen, næstformaður, sum um síðsta vikuskiftið kundi vísa sínar nýggju og snotuligu umstøður fram.

Tað er EIK, sum hevur stuðlað Treysti við at útvega teimum innbúgvið til hølið, og sigast má, at at har er blivið sera hugnaligt og snøgt inni.

Treysti er eitt alsamt meira virki felag, bæði lokalt í tí dagliga og landsumfatandi til kappingar, har felagið fær sera góð úrslit.

-Hetta er eitt sera stórt framstig fyri okkum sum felag, og eg vænti eisini, at hetta umhvørvið við fleiri feløgum undir sama taki fer at skapa góðan trivnað og stuðla undir okkara virksemi, segði Guttorm m.a., tá vit stukku inn á gólvið.
Hendan dagin, tá badmintonhøllin lat upp, fegnaðist Guttorm saman við øðrum um, at ítróttarøkið í Klaksvík gerst alt betri og spennandi, men fremsti undangongumaðurin fyri frælsan ítrótt í Norðoyggjum duldi samstundis ikki fyri, at hann er spentur uppá tað víðari arbeiðið við ítróttarøkinum, har ein rennibreyt eystan fyri svimjihøllina er eitt av stóru málunum.

-Eg havi skilt, at býráðið nú hevur sett nakrar túsund krónur av til at gera eina endaliga ætlan og skipan av tí økinum, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til at verða við til tað arbeiðið, segði Guttorm Sørensen, næstformaður í Treysti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!