Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað legst afturat KÍ hópinum
Brasiliumaðurin Anderson vandi fyri fyrstu ferð gjárakvøldi og hetta var samstundis fyrsta ferðin at hann hevði upplivað kava.
Tveir nýggir leikarar vandu við Formula-hópinum ígjár. Serbin Milic Curcic spældi ein hálvleik í Klaksvíkskappingini, men hetta var hansara fyrsta venjing. Brasiliumaðurin Anderson kom til Klaksvíkar sunnukvøldið, og hetta var samstundis eisini hansara fyrsta venjing.
26 ára gamli Milic Curcic hevur spælt í føroyskum fótbólti seinastu trý árini. Hann kom í 2005 til Skála at spæla, og fyrsti dystur hjá honum var ímóti júst KÍ tann 19. apríl 2005. Síðani hevur Milic Curcic bert verið burtur tveir dystir hjá Skála, so talan er um um ein sera støðugan spælara.
Anderson er 27 ára gamal og hann segði eftir venjingina at hann ongantíð hevur sæð kava fyrr, men kavaklæddi vøllurin sá nú ikki út til at nerva hann nakað serligt. Anderson vísti góðar taktir og verður tað spennandi at fylgja honum, tá hann er komin í betri venjingarstøðu. Hann hevði heldur ikki royndir við kunstgrasi. Anderson og Rodrigo funnu skjótt saman í góðum kombinatiónum og felagið metir at tað er gott at teir kunnu hava hvønnannan í hesu fyrstu truplu tíðini. Tað skerst ikki burtur at teir eru langt heimanifrá.
kelda: www.ki.fo

Seinastu tíðindini
Orðloysingar og verkfalsbrótarar
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðsetast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyðahundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvsfólkatrivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norðoyggjum
Lýsing