Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gravgangur eftir at sleppa við Nærabergi: Nógvur ungdómur við Næraberg

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.02.2018 - 10:00 Eldri tíðindi Politikkur Vinna

ÚR GREINASAVNINUM: ÚTLENDINGAR Í FØROYSKU FISKIVINNUNI - Umleið 400 fólk, harímillum stórsti parturin ungdómur, hava verið við Nærabergi síðani hann kom undir føroyskt flagg.

TANN 17. januar 2003 skrivar nordlysid.fo:

Tað er onki at ivast í, at fleiri fara at minnast aftur á Næraberg, sum "skúlaskipið" hjá teimum.
Tað ljóðar kanska av nógvum "gjøgnumtrekki" av fólki, tá sagt verður at í minsta lagið 400 fólk hava verið við Nærabergi síðani hann kom. Men her skal havast í huga, at 80 fólk eru við hvønn túrin, og tá stóri parturin er ungfólk, sum kanska júst eru komin úr skúlanum og fara við Nærabergi at vinna sær nøkur oyru, so skal stóra talið av fólki ikki takast sum um ungdómurin ikki dámar at royna seg umborð á Nærabergi, tí bíðilistin ber boð um nakað heilt annað.

52 sluppu ikki við
Týsdagin klokkan trý, hevði skiparin stevnt fólki sínum til mynstringar. Norðlýsið var umborð og loddaði stemningin og ikki kann sigast annað enn at hýrurin á fólki var góður.
Stuttligt var at síggja allan hendan ungdóm savnaðan. Eisini mammur og pápar vóru og søgdu farvæl og hjálptu til at fáa koyggjuna og kamarið hjá teim ungu so hugnaligt sum gjørligt. Og tað var ikki sørt at vit hoyrdu tey, sum skuldu við fyrsta túrin spyrja seg fyri um hini garvaðu hildu tað vera "well" ella "ræst" at sigla við her.
Tó tey flestu stríddust við mynstringarpappírini tá vit vóru har og skiparin Mannbjørn í Grund, stríddist so manniliga, at hjálpa manning síni at fáa alt so rætt niður á pappírið sum gjørligt.

Ætli mær
á línuveiðu
Mitt ímillum allan ungdómin, hittu vit Rakul Skarðenni. Rakul er ikki klaksvíkingur, tó røturnar partvís eru higani, við tað at pápin, Júst Skarðenni man vera kendur av mongum, sum klaksvíkingur av rætta slagnum, hóast hann setti búgv í Havn.
Rakul sigur okkum, at hon hevur verið við Nærabergi í eitt ár. Eg haldi at hetta er heilt ótrúliga spennandi.
Tað hevur verið sera strævið til tíðir, men hóast tað, so dámar mær so sera væl og síðani eg fór við her, eri eg vorðin bitin av sjólívinum.
Eg ætli mær ikki av Nærabergi enn. Men eitt er vist, eg skal royna línufiskiskap einaferð, tí nú eg havi sæð so nógv til trol og tað sum fyrigongst her á fabrikkini, so hevði mær dámt ógvuliga væl at sloppi ein túr við einum línubáti og roynt tað greinina av fiskiskapi eisini.

Skiparaskúlin
Tá vit spyrja Rakul um framtíðarætlanir hennara, sigur hon okkum at sum støðan er í løtuni, so er eingin ivi. Eg ætli mær á skiparaskúla.
Júst tá vit eru liðug at práta og hava ynskt Rakuli góðan túr og biðið farvæl, kemur Willy Stampe, ein unglingi úr Klaksvík eftir gongini. Hann skal við fyrsta túrin og skjótt finna tey bæði saman at práta um túrin sum stendur fyri framman, og sjálvandi taka vit eina mynd av teimum báðum.

Í føroyskan
og ES-sjógv
Tá vit koma út aftur á dekkið er ein øðilig stákan. Smiðjumenn sveitsa av lívsins kreftum ímeðan tann stóri kránin á hekkuni hevur nógv at gera við at skipa tað seinasta umborð, og nakað seinni stevnir Næraberg út eftir vánni við allari manningini, sum telur 80 fólk, harav 20 konufólk. Stórstiparturin av manningini ungdómar, harav aftur ein partur fer fyrsta túrin.
Hanus Hansen, reiðari á Nærabergi sigur, at hann vónar at Næraberg kann vera aftur á Klaksvík um ein mánað ella so. Skipið fer fyrst í føroyskan sjógv at royna eftir svartkjafti. Vit vita onki um fiskiskap í føroyskum sjógvi í løtuni, tí ongin annar roynir eftir svartkjafti í løtuni, so vit fáa at síggja hvussu leikur fer.
Næraberg byrjar sum sagt túrin í føroyskum sjógvi, men seinni verður farið longur suður og vestur í ES sjógv at royna.
Um marknaðin fyri surimi, sum Næraberg framleiðir burturúr svartkjafti, sigur Hanus Hansen, at marknaðurin er nakað tyngri nú enn hann var tá Næraberg landaði seinast. Men hóast prísurin er fallin nakað, so er broytingin ikki størri enn so, enn at prísurin kann sigast at vera á leið.
Vit fara at ynskja Nærabergi góðan túr, henda fyrsta túrin í 2003.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð