Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilt serligur túrur á Dana Bank við Stellu Mariu í 1963

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.09.2009 - 09:56 Eldri tíðindi Tíðindi Vinna

Levi Joensen skrivar um ein túr á Kappanum tá Harrin vitjaði manningina á føroyska skipinum......... “Tá skygdi í tí myrkri svarta, eitt ljós - tað kom frá Golata,” – og tað klárnaði fyri Hans og hann fann frið við Harran. Vit bóðu saman og fóru so allir glaðir til dagsins strev

Ein lesari var inni á gólvinum í vikuni við einum gomlum sunnudagsskúlablaði, sum samkoman í Betesda hevur givið út í samband við Sunnudagsskúlan.

Blaði er frá 1986, Nr. 29 og hetta var 56. Árið blaðið kom út.
Í blaðnum er ein grein um ein heilt serligan Grønlandstúr við Stellu Mariu, har Levi Joensen var skipari
.

------------

Ein signaður Grønlandstúrur


Vit fóru av Klaksvík við “Stellu Mariu” síðsta dagin í mars 1963, til Reykjavíkar eftir agni og síðani til Grønlands. Reisan gekk væl - hampaveður. Á Kappanum høvdu vit storm í einar 6 tímar. Hin 7. apríl boðaðu vit til møti. Minnist eg rætt, tosaðu Eyðun, Hallur og eg. Teir flestu av manningini vóru á møtinum. Vit fóru til fiskarí tann 10. apríl og settu á suður/vestur horninum á Dana Bank. Fyrsta páskadag tann 14. apríl, fiskaður vit ikki. Veðrið var sera gott.

Aftaná kaffi hendan dagin fór eg ein túr runt skipið og snakkaði við ymsar menn um mangt og hvat – veður, vind, fiskarí og annað. Til seinast kom eg fram á tvey-manns-kamarið, sum er fremsta kamar á dekkinum. Hetta kamar hevði ein góður vinur hjá mær - høvdu verið saman síðan eg var 15 ára gamal. Nú var hann 30 og eg 29 ár. Ein drongur av Viðareiði búði eisini har. Eg og Torleif høvdu havt mangt saman hesi 14 árini og høvdu mangan tosað saman um ævinleikan. Hann hevði altíð havt eitt greitt svar og segði bart út, at hann var ikki frelstur. Hendan dagin tosaðu vit eina løtu um fiskarí og so kom tosið inn á hitt andaliga. Vit vóru tveireinigir í kamarinum - so væl lá fyri. Men snakkið fall henda dagin, á sama hátt, sum tað so mangan hevði gjørt.

Hann segði at hetta burdi verið uppklárað nú, men tað var altíð eitt “men”. Eg royndi sum frægast - við Harrans hjálp - at tosa við hann, men tað vísti seg at verða sum at sletta vatn á gás. Nú kom drongurin, sum eisini svav í kamarinum, so lítið bleiv prátað meira.

Men áðrenn eg fór út úr kamarinum spurdi Torleif meg: “Fert tú at hava møti í kvøld?”

Eg svaraði: “Tað mugu vit royna. Eg vænti at hoyra teg í kvøld?”.

“Tað skalt tú ikki roknað við,” segði hann.

Nú var eg komin út ímóti hurðini, og so sigur Torleif: “Tað skal gott mót til at hava møti”.

“Ja”, segði eg “ men tað skal bæði gott mót og góðir nervar til at forseta móti ævinleikanum fyriuttan Kristus!”

So fór eg út og lat hurðina aftur - tað leið væl til nátturðatíð.
Tá so nátturðin var etin, segði eg: “Tað verður møti aftaná nátturða,” og bað kokkin rudda borðið.

So møttu allir upp kl. 7. Messan var full og nakrir stóðu í gongini. Síðani var fyrsti sálmurin sungin, sum var nr. 679: “Gud sum okkum hevur kallað, saman um Seg Sjálvan her. “ Síðani varð byrjað við bøn. Fyrst tosaði eg , síðani Eyðun. Tá ið Eyðun var liðugur, reisir Torleif seg upp. Hann sæt beint yvir av mær, og sigur at hann hevur eina stóra gleði at fortelja her í kvøld. Hann hevði funnið Harran, sum sín Frelsara; - og tárini byrjaðu at streyma eftir mongum kinnum.

Sjálvur kann eg ikki siga, hvussu glaður eg bleiv, táið eg hoyrdi hann. Síðani bleiv nr. 12 útgivin og steðga millum versini. Tá kom Grímur úr gongini og trokaði seg inn í messuna og vitnaði at hann átti eina frelsta sál. Hetta var hansara fyrsti vitnisburður, men hann hevði funnið frið á ungum árum.

So vitnaði Ragnar Poulsen og Olgar fyri fyrstu ferð og fleiri aðrir vitnisburðir vóru, - harímillum Hallur og Óli. Vit kendu Harran sára nær og tað var næstan ikki eyga sum var turt í messuni, - gamlir menn grótu sum børn. Áðrenn eg endaði, berørdi eg, hvat gleði var í Himlinum í kvøld, nú ein sál hevði broytt kós, - frá at fara í eitt ævigt myrkur, - ímóti at fara til hinar ævigu bústaðir, har alt andar av lukku og friði.

Táið møtið var liðugt spjaddust menn aftur runt um skipið. Torleif kom uppá brúnna seinni um kvøldið.

Tá segði eg við hann at, at tað var ein stór gleði at hoyra hann í kvøld. “Ja”, segði hann, og at hann var ógvuliga glaður sjálvur - at hann hevði vitnað um Harran. So spurdi eg hann, nær hetta hendi, at hann gekk yvirum frá deyðanum til lívið.

“Jú”, segði hann, “Táið hurðin fór aftur á kamarinum í dag”.

Tá kom hann í eina slíka neyð, fortaldi hann, - við at hugsa sær, at forseta lívið ímóti einum ævinleika uttan Kristus. Tað ljóðaði fyri sær, sum hetta var seinasta ferðin, at Levi tosaði við seg um hesi ting. Nú var hann troyttur, og tí hevði hann sagt, at tað skuldi bæði gott mót og góðir nervar til at forseta ímóti ævinleikanum fyriuttan Kristus.

“Eg rópti til Harran í neyðini og bað Hann frelsa seg, - og Hann var ikki seinur – tí kann eg vitna í kvøld og eg eri so ómetaliga glaður!”

Sunnukvøldið var eisini møti. Eg boðaði frá møtinum aftaná nátturða og fór so upp í stýrhúsið at hyggja eftir verðrinum og fór síðan aftur í kamarið. Tá kom Jens Christian Dam og kastaði seg niður á bonkin og segði , at hann vildi so fegin verða frelstur. Hann hevði verið so kallaður alla vikuna, at nú mátti tað verða álvara. Vit bóðu saman og meðan eg bað, kom messurin inn. Hann bíðaði til eg var liðugur, og segði so at messan var klár og mennirnir sótu og bíðaðu. Eg segði at vit skuldu koma skjótt.

So lat hann hurðina aftur og Jens Christian takkað Harranum fyri, at Hann hevði frelst hansara sál.

Síðani fóru vit báðir, fyltir av gleði á møtið. Hetta kvøldið vitnaðu fleiri – og ikki at gloyma Jens Christian - at hann hevði funnið frið við Gud í kvøld. Tað var eitt signað møti. Táið møtið var liðugt fór eg upp aftur í húsið. Tá eg hevði staðið har ein løtu, kom Eyðun upp og segði, at ein maður var har frammi , sum fegin vildi verða frelstur. “Ja so”, segði eg,
“Hevur tú tosað við hann?”

“Jú,” segði Eyðun, “men tað klárnar ikki fyri honum. Vilt tú ikki koma fram?”

“Jú” segði eg, “men er tað ikki friðarligari, at tit koma báðir aftur?”

“Jú”, segði Eyðun, og fór fram eftir manninum. Hans, var um 20 ára gamal. Vit fóru so at tosa um Harran og lesa saman. Leingi gekk, men so var tað, sum tað stendur í sanginum: “Tá skygdi í tí myrkri svarta, eitt ljós - tað kom frá Golata,” – og tað klárnaði fyri Hans og hann fann frið við Harran. Vit bóðu saman og fóru so allir glaðir til dagsins strev.

Hetta er gleðiligasti túrur eg enn havið verið til skips og aldir havi eg verið á einum slíkum møti, sum 1. Páskakvøld, táið Harrin sló við sínum tvíeggjaða svørið og sálir søktu sær skjól hjá Honum.

Grundin fyri, at eg havi skrivað hetta niður, er ikki fyri at upphevnja mítt navn sjálvt um eg mangan havi verið noyddur at skriva “eg” í hesum reglum. Men tað er fyri at goyma henda túr í minninum, táið vit kendu Harran so sára nær. Tað kunnu allir vitna, sum við vóru henda túr, at Harrin vísti Seg ógvuliga nær.

Vónandi kundi kundi hetta verið onkrari sál til frelsu, sum lesur hesar reglur, og onkrum Guds barni til gleði og troyst, at hoyra um hendan túr, - at Harrin er hin Sami í dag, sum Hann altíð hevur verið og armur Hansara er einki styttur á okkara døgum. Hann frelsir hvønn tann, sum kallar á Hann av sonnum. Mátti Harrin signað hesar reglur til onkran, fyri Sítt stóra navn skuld.

Levi Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð