Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lisa hjá Eliseus við fostursoninum Jógvan Tróndheim

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  27.04.2024 - 14:29 Mentan Tíðindi

Fitta myndin av Jógvan Tróndheim og fosturmammuni Lisu, er tikin niðanfyri húsini hjá Lisu og Eliseus, eftir at tey vóru flutt av Syðradali til Klaksvíkar at búgva. Jógvan var sonur Mariu og Jakku Tróndheim í Leirvík, men hann kom at vaksa upp hjá Lisu og manninum, eftir at mamma hansara gjørdist sjúk. Maria og Jakku fingu 13 børn, og Jógvan var tann triði í røðini.

 

 

Jógvan byrjaði sum blaðungur í starvi hjá bókhaldsvirkinum Føroya Bók, sum tá hevði egna prentsmiðju. Har lærdi hann at prenta, og seinni fór hann niður til Danmarkar at læra at gera prentmyndir. Seinni keypti hann maskinurnar frá Føroya Bók og fór undir egna prentsmiðju í kjallaranum hjá Lisu og Eliseusi. Har arbeiddi hann langt eftir, at hann var farin um pensjónsaldur.

Húsini, sum koma undan andlitinum á Lisu, eru tey hjá Matheu og Pól Skarðenni (Stellu-Pól), og tey niðaru longur norðuri eru húsini hjá Jóhannesi og Marin Malenu Olsen. Jóhannes var sonur Húsa-Pól, sum varð føddur á Húsum í 1852. Hann var í fleiri ár húskallur í Árnafirði, har hann fekk eitt gerði og bygdi hús. Hann giftist Siggu Mariu, sum var úr Mittúni á Kirkju. Í 1898 flutti Húsa-Pól til Klaksvíkar, tók húsini niður, og bygdi tey uppaftur á Stongunum. Hann fekk tað fyrstu trønna norðan fyri Ravnagil í 1912.

Jóhannes hjá Húsa-Pól plagdi at siga frá, at hann sum eitt ára gamal varð borin í leypi um Áarskarð og yvir á Stengurnar. Trøðin hjá Húsa-Pól varð seinni býtt millum teir tríggjar synirnar, og Jóhannes og Marin Malena settu seg niður í tí sunnasta triðinginum. Har bygdu tey sær hús í 1922/24 tætt norðan fyri Ravnagil. Sólbjørn Hansen eigur myndina

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIDEO: Eg leggi meg eftir at tala beinle…
VIDEO: Talurnar kunnu vera til signing e…
Ein virkin vika farin aftur um bak
Flogbóltslands­dystir um vikuskifti
Upprunin hjá Straight Ahead er ein saman…
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Lýsing