Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast Johan Dahl og Erling Eidesgaard, føroysk umboð í Norðurlandaráðnum, mæla Landsstýrinum til at gera sum Grønland, ætlar Landsstýrið ikki at gera tað. Kanska tað verður umhugsað í heyst, segði løgmaður í Degi og viku. | Mynd: KvF

Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar gera onki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2024 - 20:14 Leiðarin Politikkur

Longu tá fundurin fyri norðurlendsku verjumálaráðharrarnar var í Føroyum, prutlaði undir lokinum í Grønlandi. Svenska umboðið læt á tí fundunum ongan iva vera um, at Føroyar og Grønland ikki sluppu at gerast limir í Norðurlandaráðnum. Tað nervaði ikki Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, sum smílandi fekk tikið eina “familjumynd” saman við teimum, sum ikki ynskja okkum til lim. Grønland var hinvegin firtið og tað av røttum, og nú var bikarið so fult hjá stjórnini hjá Múte B. Egede.

Føroya Landsstýri bjóðaði herfyri, vegna donsku stjórnina, norðurlendsku verjumálaráðharrunum til Føroya at fundast, og í Norðurlandahúsinum slapp svenska Jessika Roswall at fortelja øllum Føroya fólki gjøgnum KvF, at Føroyar, Grønland og Åland ikki vórðu ynskt sum fullgildigir limir í Norðurlandaráðnum. Tað er so ein erlig søk, og tað løgna er ikki støðan hjá svenska ráðharranum. Tað løgna er, at Føroya Landsstýri góðtekur tað, enntá smílandi.

Síðani er enn eitt skot komið fyri bógvin úr Svøríki. Føroyar, Åland og Grønland eru ikki vælkomin á summarfundin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum nú í mai, ljóða boðini úr Stockholm. Men enn sum áður tekur Føroya Landsstýri teimum tað ikki illa upp, bukkar og góðtekur (og møguliga aftur smílandi?). Grønland noktar hinvegin at finna seg í at verða tilsíðissett enn eina ferð, og hevur boðað frá, at tey fyribils taka seg úr stjórnarsamstarvinum í Norðurlandaráðnum.

Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi, hava sagt sína meining um tað og krevja, at Landsstýrið tekur somu avgerð. Men úr Landsstýrinum frættu vit frá Bjarna Kárasyni Petersen, at ætlanin er at bíða til í fyrsta lagi í heyst. Og ikki við at gera nakað – nei, tástani skulu vit fara at umhugsa tað.

Í Degi og Viku týskvøldið greiddi løgmaður frá, at tey hava vitað tað síðani fyrst í februar, at vit ikki fóru at verða boðin til fundin nú í mai. Men hann endurtók bara boðskapin frá sínum landsstýrismanni um, at onki hendir fyrrenn í heyst, og sjálvt tá hendir onki ítøkiligt – vit skulu tástani umhugsa okkara støðu.

Í Grønlandi tykist sostatt ein sjálvræðisneisti at vera kyknaður, sum vit mugu 20 ár aftur í tíðina fyri at finna í Føroyum. Tá køvdist neistin, tí fyrrverandi loysingarhetjurnar gjørdust livibreyðspolitikarar burturav, meðan grønlendskir politikarar nú eru farnir at sláa nevan í borðið og krevja at verða tiknir fyri fult. Londini býttu um pláss á sjálvræðiskós, og Grønland hevur síðani yvirhálað Føroyar.

Og við verandi landsstýrisfólkum er ongin vón fyri, at vit fara at fáa Grønland aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…