Lýsing
Lýsing
Lýsing
Urbanus Joensen, formaður hjá KÍ árini 1905-1914.

Tá KÍ bjargaði HB

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  29.06.2026 - 12:45 Ítrottur Mentan

Lesið áhugaverdu søguna tá HB var um at fara av knórum orsakað av skiftinum frá Hoydølum oman í Gundal

 

Um várið í 1914 tók deyðin hin unga, virkisfúsa og lívsglaða Urbanus Joensen í sín føvning. Formaður hjá KÍ árini 1905-1914. Og felagið stakk høvur undir vong. Hetta neit meint. Vit síggja til fulnar í gerðabókini, at ein rødd er tagnað. Felagið legðist lamið. Summarið fer; ongin fótbóltsdystur verður spældur, og av øðrum ítrótti so er tað bert ein viðfáningur. Tað tykist, sum um alt, ið eitur ítróttarlív her í bygdini, er heilt døsnað.

Árið eftir kvaklaðist felagið við aftur. Fótbóltsdystir verða spældir bæði her og í Havn; Klakksvíkingar tapa sum vanligt í fótbólti; men teir duga væl at taka tap, eru tí bæði fróligir og sinniligir undir leiki og aftaná; vinsemi millum HB og KÍ er av tí besta, og mangan var lagið gott aftaná dyst bæði her og í Havn. Tað gav at bíta, sum ein Havnarmaður segði á sinni: “Tú hin galle, sterkir og prúðir kunnu Klakksvíkingar vera; men teir skulu eta nógv kjøt aftrat, áðrenn teir kunnu taka Havnarmenn í fótbólti!”

Um veturin helt felagið ársveitslu sum vanligt. Einki stórvegis var hent við leikumstøðunum; bert royndu menn av egnum ávum at bøta og hampa um vøllirnar sum best. Hetta kostaði slit og møði, tí fótbóltsvøllurin var alt annað enn góður, og var hann stak ringur at halda viðlíka. Mangan man hava verið bleytt undir fótum; tað er eyknevnið “dunnuungarnir”, sum HB-arnir góvu KÍ-arnum, besta prógv um.

Skrá verður løgd fyri seinnu kappingarhálvu, sum skal vera frá februar til juli 1914, men av trettan dystum verða bara tríggir leiktir, og KÍ leikar ongan teirra. Orsøkirnar til, at so fáir dystir fáast í lag, eru partvíst illveður, men mest av øllum sjúka – bæði tyfus og skarlaksfepur.

KÍ spældi ongan “uniónsdyst” – soleiðis róptu teir landskappingardystirnar – kappingarárið 1914-15. Høvdu kappingarárini 1913-14 og 1914-15 roynst illa hjá Færøernes Boldspilunion, so royndist árið 1915-16 upp aftur verri.

Í 1917 verður eingin aðalfundur hildin, men heilt øskukalt er ikki, tí sambært 50 ára minningarritinum hjá HB, bjargaði KÍ havnarfelagnum úr trongari støðu hetta summarið. HB skyldaði sparikassanum væl av peningi, sum var restskuld av einum láni, sum varð tikið, tá ið vøllurin í Gundadali var gjørdur. Sparikassin skuldi í hesum umfarinum hava 90 krónur. Vónir vóru til at fáa nakað av inntøku av ólavsøkudysti, sum HB skuldi spæla móti TB, men í seinastu løtu sendi TB avboð. Dagin fyri ólavsøkuaftan varð ringt til Klaksvíkar at fáa KÍ at koma suður við sínum liði. Ikki eydnaðist at manna lið, men 7 KÍ-arar fóru suður, og saman við 13 HB-arum varð nú býtt í tveir partar, tíggju í hvørjum, og so varð dysturin leiktur. Í minningarriti Havnar Bóltfelags verður tikið soleiðis til:

“Annar parturin fekk fýra mál og hin tvey. Mads Andrias Winther var dómari, og eftir dystin vóru spælararnir bodnir oman á Café Derné, “hvor der blev serveret øl og cigarer”. Tá hetta var goldið, vóru 200 kr. eftir, sum HBararnir vóru væl nøgdir við.”

Henda vælvild, ið KÍ sýndi HB, kann møguliga koma av, at ein av nevndarlimunum í HB, Olaf Olsen, Olaf í Fútastovu, átti ein bróðir, Karl í Fútastovu, sum hevði verið nevndarlimur í KÍ árini 1915-16.

 

Keldur:

Árni Dahl: Bóltspøl millum Klakk & Kjøl – KÍ 1904-1954 frá 2009

John Reid Bjartalíð: 50 ára minnisrit Klakksvíkar Ítróttarfelags frá 1954

Jógvan Arge: Havnarmenn í Gundadali frá 1994

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur