Lýsing
Lýsing

Nýggjur karmsáttmáli um fiskiveiðisamstarv millum Føroyar og Grønland

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið  |  29.06.2026 - 11:00 Tíðindaskriv Veðrið

Fríggjadagin 26. juni undirritaðu Bárður á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskimálaráðharri, og Peter Borg, fiskimálaráðharri í Grønlandi, nýggjan karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Grønland. Hetta varð gjørt í sambandi við, at grønlendski fiskimálaráðharrin vitjaði í Føroyum.

 

 

Nýggi karmsáttmálin er ein dagføring av verandi karmsáttmála frá 1997, og fevnir um tær meginreglur, sum fiskivinnusamstarvið millum londini skal virka eftir. Týdningarmestu ásetingarnar fevna um kvotuflytingar, atgongd og eftirlitssamstarv, umframt áhaldandi at fremja vinnuligt samstarv á fiskivinnuøkinum. Eisini er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Øll hesi viðurskifti verða viðgjørd undir teimum árligu samráðingunum  millum londini.

Sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið sum uppskot til samtyktar í heyst.

Bæði Bárður á Steig Nielsen og Peter Borg fegnast um, at arbeiðið nú er komið á mál, og at høvi  var at hittast í Føroyum at undirrita nýggja karmsáttmálan.

Bárður á Steig Nielsen sigur: “Fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Grønland hevur eina langa søgu og er av stórum týdningi fyri bæði londini. Ein dagføring av karmsáttmálanum er ein staðfesting av, at londini framvegis ynskja og raðfesta sínámillum samstarvið um fiskivinnu. Hetta fegnist eg um og vóni, at nýggi sáttmálin verður karmur um eitt víðkað samstarv í framtíðini.”

Peter Borg staðfestir: “Føroyar eru ein týdningarmikil samstarvsfelagi á fiskivinnuøkinum. Føroyar og Grønland hava býtisavtalu um fiskirættindi, samstarv í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum og á altjóða pallinum, umframt at samstarv er millum vinnuna. Tað er týdningarmikið at dagføra karmin um samstarvið, so tað er framtíðartryggjað. Eg gleði meg til at menna samstarvið víðari undir nýggja karmsáttmálanum.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…