Julian føroyskt met á 5 km og danskur meistari á 10.000 m
Hesa vikuna hevur sokallaða DM-vikan verið hildin í Herning í Danmark. Julian luttók í 5 km á landavegi hóskvøldið og í 10.000 m á breyt fyrr í dag. Hitabylgjan, sum hevur verið yvir Danmark seinastu vikuna, merkti báðar kappingarnar.
Hóskvøldið var fyrsta kappingin á skránni. Støðið til kappingina var høgt, og Julian var undan kappingini mettur at kunna enda millum teir fyrstu tólv rennararnar. Renningin gjørdist taktisk, og fremstu rennararnir fylgdust stóran part av teininum. Fyrstu tríggir kilometrarnir vórðu runnir upp á 9 minuttir. Eftir hetta varð ferðin sett upp, og Julian rann síðsta kilometurin upp á 2.41 minuttir. Við einum framúr endaspurti endaði Julian á fjórða plássi við tíðini 14:33. Hetta er samstundis ein betran av føroyska metinum við 19 sekundum, sum hann setti í somu kapping fyri einum ári síðani.
Úrslitini frá kappingini síggjast her.
Í dag skuldi Julian aftur í eldin, hesa ferð í 10.000 m á breyt. Renningin gjørdist aftur sera taktisk, og eingin hevði hug at taka leiðsluna. Tí vóru fyrstu 6 kilometrarnir runnir varliga. Tá ið umleið 4 kilometrar vóru eftir, kom ferð á kappingina, og fremstu rennararnir fóru at skiljast. Tá ið 800 metrar vóru eftir, setti Julian endaspurtin inn við einum 62-sekunda umfari. Tað var nóg mikið til at sleppa leysur frá kappingarneytunum, og Julian tryggjaði sær DM-gullið, góð trý sekund frammanfyri næstfremsta manninum. Julian kom á mál við tíðini 32:37. Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð vóru eisini við í kappingini og komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.
Julian skrivar sjálvur eftir kappingina:
“Eitt eyka jaligt við degnum er, at føroyska metið á 10.000 m framvegis er hjá fyrsta venjara mínum, Gutta, sum andaðist í 2021.”
