Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotnar
KÍ hevði spælt leingi uttan nakað tap áðrenn hesa vikuna.
KÍ tapti seinnu hálvfinaluna móti NSÍ, og tað var fyrstu ferð í 70 dystum, at KÍ tapti ein teljandi dyst í Føroyum.
Í dag tapti KÍ fyrsta landskappingardystin síðani 23. juni 2024, sum eru 54 landskappingardystir síðani.
Magnus Powell tapti sín fyrsta dyst í Føroyum sum KÍ-venjari móti NSÍ í dysti nr. 54 sum KÍ-venjari á føroyskari jørð (tapti ein altjóða dyst í Ungarn í 2025).
KÍ tapti í dag fyri fyrstu ferð móti einum botn 5 liði síðani 14. umfar í 2019 móti TB á jóansøku. Tað eru 61 dystir síðani, um steypakappingin er íroknað.
Hetta er aðru ferð í søguni, at eitt lið úr Vágum vinnur í Klaksvík. Fyrru ferð var í 2011, tá Tór-Ingar Akselsen skoraði sigursmálið í 2-1 sigri. Sambært FaroeSoccer hava vágalið (07 Vestur, FS Vágar, MB, SÍF og SÍ) spælt 32 landskappingardystir í Klaksvík gjøgnum tíðirnar.
