Lýsing
Lýsing
Magnus Powell setti klárt met
Í KÍ og kanska eisini í Føroyum.
42 landskappingardystir skuldu ganga áðrenn Magnus Powell tapti sum venjari hjá KÍ í landskappingini. So langa røð áðrenn fyrsta tap hevur eingin KÍ-venjari havt. Tað nærmasta er Magne Hoseth, sum í 2023 tapti í 17. landskappingardysti.
Spurningurin er eisini, um hetta er met yvirhøvur í føroyskum fótbólti. Vit hava ikki funnið nakað dømi um venjara, sum hevur klárað meir enn 41 teir fyrstu landskappingardystirnar í bestu mansdeildini fyri eitt felag uttan at tapa.
Seinastu tíðindini