Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum hini?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2026 - 09:22 Mentan Tíðindi

Kunnu bókmentir lofta og seta orð á truplar støður? Sunnukvøldið 5. juli kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri tiltaki í Reinsarínum í sambandi við útgávuna av myndabókini Surr, sum Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt

 

 

Tóra Petersen, sálarfrøðingur og stjóri í Sernámi, hevur samrøðu við Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø um at vera øðrvísi, hava nógvar tankar og vera kreativ. Hvussu viðgera vit trupul evni í barnabókum? Eitt tónleikainnslag er eisini á skránni.

Surr er ein vøkur søga um eina gentu, sum kennir seg øðrvísi og hevur ilt við at savna tankarnar í skúlanum og heima. Teir surra sum vespur. Men hon dugir at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar, gerast vespurnar til firvaldar. Bókin er til børn uml. 6-8 ár.

Surr er triðja myndabókin, sum Dánial og Annika hava gjørt saman. Felags fyri allar er, at tær viðgera trupul evni. Abbi og eg og abbi (2021) snýr seg um demens, og Strikurnar (2022) snýr seg um angist og sorg.

Allar bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón