Lýsing
Lýsing
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela aftaná vanlukkuligu jarðskjálvtarnar mikudagin 24. juni.
Endamálið við stuðlinum er at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtunum.
Átakið, sum stuðul verður latin til, fevnir millum annað um lívbjargandi neyðhjálp og hjálp til familjurnar at koma fyri seg aftur, bjargingararbeiði, heilsuhjálp, fyrstuhjálp og sálarligan stuðul, vatn-, reinføris- og heilsutiltøk, og hjálp til familjur, ið hava mist samband við avvarðandi.
Seinastu tíðindini