Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umboðini fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini á NMF-fundi í Svendborg

Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt annað

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.05.2024 - 22:30 Tíðindaskriv

Fólk, ið eru partur av krepputilbúgvingini á skipi, skulu sum meginregla hava sama tjóðskap, tað er hoyra til sama flaggstat, sum skipið sjálvt. Tað var niðurstøðan og tilmælið á NMF-várfundinum í Svendborg

 

 

Norðurlendski maskinmeistarafelagsskapurin, NMF (Nordiska Maskinbefälsföderationen) hevur havt sín várfund á Hotel Svendborg í Svendborg í Danmark, og millum nógvu evnini, ið blivu viðgjørd, endaði spurningurin um tilbúgvingartrupulleikar á skipum við tjóðskaparliga og málsliga blandaðum skipsmanningum við at gerast stóra kjakevnið á fundinum.

Niðurstøðan var, at málsligar og mentanarligar forðingar ikki mugu vera til hindurs fyri eini vælvirkandi krepputilbúgving, og tí mælir NMF staðiliga til, at yvirmenn og manning, ið hevur týðandi leiklutir í krepputilbúgvingini á skipi, sum meginregla skulu hava sama tjóðskap – flagg – sum skipið.

Tað var finska maskinmeistarafelagið, ið tók málið upp, tí tey í Finnlandi uppliva, at støðugt meira spenta trygdarstøðan í økinum orsakað av Ukraina-krígnum og tjóðskaparliga og málsliga blandaðar skipsmanningar saman eru ein vaksandi avbjóðing fyri tilbúgvingarnar umborð á skipunum.

Evnið var eisini í samljóðið við høvuðsevnið í skránni fyri fundin. Tikið saman um undir yvirskriftini “Human competence is key for safe implementation of new technologies, environmental protection, health and security” (Menniskjaligir førleikar eru avgerandi fyri trygga implementering av nýggjari tøkni, umhvørvisvernd, heilsu og trygd) snúið tað seg um, hvussu altjóða lóggáva kann ávirkast ígjøgnum íverksetanina av henni, nationalt og internationalt.

Kjakast var eisini um fleiri aðrar fakligar spurningar á NMF-fundinum, umframt at maskinmeistarafeløgini í teimum einstøku limalondunum kunnaðu um heimligur viðurskiftini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum