Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltslandsdystir um vikuskifti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  09.05.2024 - 22:23 Ítrottur Tíðindaskriv

Um vikuskifti leika føroysku A-landsliðini í flogbólti 6 dystir. Mennirnir tríggjar í Føroyum og kvinnurnar tríggjar í Íslandi. Talan er um fyrireiking til Silver League kappingina sum stendur fyri durum.

 

Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandi - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálp hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Europa League kappingarnar komandi árini. Í hesum sambandi kemur íslendska landsliði hjá monnum til Føroyar í morgin - fríggjadagin - at leika tríggjar dystir ímóti føroyska mannslandsliðnum. Samstundis fer føroyska kvinnulandsliði til Íslands at leika tríggjar dystir ímóti Íslandi.


Dystirnir hjá føroyska landsliðnum hjá monnum verða soleiðis:


Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði
Leygardagin 11. mai kl. 15.00 á Sandi
Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík


Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar ímóti Íslandi og skal hesin avmarkast til 12 mans áðrenn farið verður undir veruligu Europa League kappingina, har Føroya luttaka í Silver League.


Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fer at umboða Føroyar í Silver League dystunum.


Sjálv Silver League kappingin byrjar næsta vikuskifti. 


Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksembourg og enda heima í Føroyum við tveimum dystrum.


Føroysku mennirnri leika fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir leiktir í Føroyum og síðstu dystirnir veðra í Eysturríki.


Leikt verður soleiðsi:


Kvinnurnar:


Í Podgorica í Montenegro:


17. mai: Montenegro - Føroyar
18. mei: Føroyar - Georgia


Í Luksembourg:


24. mai: Luksembourg - Føroyar
25. mai: Føroyar - Ungarn


Í høllini á Hálsi í Havn:


7. juni: Føroyar - Finnland
9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina


Mennirnir:


Í Kópavági í Íslandi:


17. mai: Ísland - Føroyar
18. mai: Føroyar - Ísrael


Í høllini á Hálsi í Havn:


24. mai: Føroyar - Ísland
26. mai: Føroyar - Eysturríki


Í Amstetten í Eysturríki:


7. juni: Eysturríki - Føroyar
8. juni: Ísrael - Føroyar

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Lýsing