Lýsing
Lýsing
Mortan gevur lítið fyri, at ein tikin heilidagur skal bjarga donsku krígsmaskinuni og vælferðini | Mynd: lánimynd

Morten Messerschmidt til Føroyar at halda Dýra biðidag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  26.04.2024 - 19:06 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Donsku TV-avísirnar hava í dag umtalað tann manglandi Dýra biðidag, sum hevur verið siðvenja í 338 ár.

Nú hevur Danmark 10 heldur enn 11 halgidagar, sum serliga politiska skipanin fegnast um.

Ane Halsboe-Jørgensen, arbeiðsmálaráðharri fegnast um at hava vunnið henda dagin, fyri m.a. at kunna menna hervaldið og krígsmaskinuna við. Men, leggur hon afturat, ikki minst fyri at kunna leyskeypa fríðar hendur til at varðveita vælferðarsamfelagið við – m.a. at ansa teimum gomlu við.

Samstundis eru fakfeløg og stórir arbeiðsgevararnnir samdir um at geva starvsfólkum sínum frí henda dagin. Tí, sum tey siga, starvsfólkini eru von við at hava frí henda dagin, og tað unna vit teimum væl.

Fakfeløgini halda, at Fólkatingið hevur tikið frælsið frá limum teirra, við at sýta teimum aldargamla Dýra biðidag, sum ein frídag.

Summir skúlar hava eisini verið afturlætnir í dag, eftir gamlari siðvenju.

Tó eru tað sjálvandi fyritøkur, so sum stórar el-fyritøkur, ið t.d. seta upp løðistøðir og hava almikið at gera, ið siga, at við at kunna arbeiða henda dagin, legst skjótari til, at Danmark gert eitt grønari og betri samfelag.

Men øllum hesum gevur fólkatingsmaðurin, Morten Messeschmidt lítið fyri, og valdi at halda bæði flaggdagin og serliga Dýra biðidag í Føroyum.

Í samtalu við Morten Messeschmidt, sum fór aftur til Danmarkar seinnapartin, sigur hann, at hann hevði ein frálíkan dag í Dómkirkjuni í dag saman við Jóhan Dahl, tingmanni, har dómprósturin, Uni Næs hevði eina frálíka guðstænastu.

Morten sigur, at hann skilir ikki alt, men nógv. Serliga sangirnar kendi hann aftur frá donsku sálmabókini.

Í gjár hevði Morten Messerschmidt hugnað sær til flagdagshaldið á Vaglinum.

Mortan gevur lítið fyri, at ein tikin heilidagur skal bjarga donsku krígsmaskinuni og vælferðini – heldur tvørtur ímóti, segði hann í skundi ávegis í eina flogmaskinu.

Í somu donsku TV-avísunum vórðu eisini vístar meiningakanningar, har Socialdemoktatarnir og Vinstra ganga aftur og fara niður í eina helvt. Moderatarnir ganga eisini aftur. M.a. Liberal Aliance gongur nógv fram.

Sluppirnar og gomlu skipini hildu frí sunnudag ella partar av sunnudegnum, men tá ið avtornaði, høvdu teir ikki minni enn hini skipini.

Kanska ger tað ikki verri at sita stillur eina løtu í haldidóminum og biðja um frið og miskunn, heldur enn at berja seg burturúr trupulleikunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…