Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jørgin hjá Kallu, sum hann vanliga varð kallaður - ein dugnaligur og kreativur tónleikari, sum fer aftur á pall í Varpinum 17. og 18. mai | Mynd: Graham Stewart

Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar sangir úr hondum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2024 - 17:10 Mentan Tíðindi

Eftir fleiri ára tøgn er Jørgin Dahl komin við tveimum nýggjum sangum. Sum undangongumaður setti hann rokk/popp-genruna í gongd saman við fjøltáttaða rokkbólki sínum, Straight Ahead, í 1974. Síðani tá og inn í áttatiárini var Jørgin Dahl kreativa megin í rokkorkestrinum Hjarnar.

Stór 50 ára minnis-konserti við Jørgeni um tíðina í Straight Ahead verður í Varpinum 17. og 18. mai, har Jørgin eisini er á palli.

Eisini verður ein framsýning um tí m.a. klæðum guitarum, móta og øðrum, sum hekk uppivið í 70-unum, tá ið m.a. Veðraplátan var gjørd og allur hin góði tonleikurin.

Í 1981 góvu Hjarnar út staklagið “Breaking My Heart”, sum vann Search for a Star-kappingina hjá Radio Luxembourg í 1986. Afturat Hjarnum og Straight Ahead hevur Jørgin Dahl givið út soloútgávurnar “Lost Pilgrims” í 2000 og “Giants and Mermaids” í 2015. Síðani hevur verið tøgn, men nú er Jørgin Dahl aftur við sínum “sound’i”, sum er unikt í stíli og góðsku.

Sangirnir “Watch Me I’m Free” og “Song for Her” líkjast ikki. Meðan “Watch Me, I’m Free” er ein gjøgnumførdur rokksangur, er “Song for Her” ein rólig vísa. Graham Stewart hevur skrivað. Verkætlanin er framleidd av tónleikalegenduni Óla Poulsen, og kendi produsarin og íverksetin Per Zachariassen hevur skapt video’ið, men sangirnir eru báðir heilt týðiliga verk hjá Jørgini Dahl; nakað sum serliga sæst og hoyrist, tá tað kemur til stíl og ljóð.

Bæði sangirnir og videolagið koma út hósdagin 9. mai 2024, sama dag sum fyrri parturin av dokumentarinum “Komið øll við” í tveimum pørtum, sum Suni Merkistein hevur gjørt, verður sendur í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í sambandi við, at Straight Ahead nú fyllir 50 ár.

Graham Stewart hevur sjálvur fíggjað verkætlanina, meðan Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways hava sponsorerað. Eisini hava Dávur Winther og onnur verið inni yvir.

Tvær konsertir vera eisini at markera og fagna drúgva arvin og tónleikalívsleiðina hjá Jørgini Dahl, og hartil verður Veðraplátan endurútgivin talgilt.

Jørgin Dahl er klaksvíkingur, føddur í Fuglafirði, men uppvaksin í Klaksvík og er av summum kendur sum ”Jørgin hjá Kallu”. Eftir tíðina í Hjarnum hevur hann búð í Keypmannahavn. Sjálvur sigur Jørgin Dahl um útgávuna: – ”Eg eri eyðmjúkur av vælvildini hjá mínum kæru vinum í at stuðla mær í mínum tónleikavirksemi. Eg havi so nógvar sangir í høvdinum, og tað er ein verulig fragd og spennandi at hava møguleika fyri at deila tveir av mínum favorittsangum við fólkið. Vónandi vera vit saman um fleiri sangir innan alt ov leingi.”

Luttakarar í verkætlanini eru Jørgin Dahl sjálvur sum sangari, sangskrivari og á keyboard; Óli Poulsen, framleiðari, samskipari, ljóðtøkningur, ljóðblandari og fleirljóðføris-tónleikari; Per Zachariasen, sjónvarsframleiðari og íverksetari; og Graham Stewart, guitarleikari, teksthøvundur, íverkseti, stigtakari, og hevur hann eisini fíggjað verkætlanina. Videoútgávuna hava Norðoya Sparikassi og Atlantsflog stuðlað við hjálp, sum luttakararnir eru sera takksamir fyri at hava fingið frá Dáva Winther.

Sangirnir koma út á video 9. mai, dokumentarsendingarnar hjá Kringvarpi Føroya eru 9. og 16. mai, konsertirnar við Jørgeni vera 17. og 18. mai, og í juni kemur talgilda Veðraplátan út.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Lýsing