Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtinginum
Uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Árni Skaale og Beinir Johannesen um játta pengar til Varpið er nú samtykt. Varpið fær tríggjar milliónir frá løgtinginum. Tað er ikki ofta, at andstøðapolitikkarir fáa mál ígjøgnum, og tí eru tey ovurfegin um, at løgtingsfólk hava staðið saman um hetta uppskotið – eisini hóast tað kemur frá trimum andstøðupolitikkarum.
- Eingin ivi er um, at nýggja, vakra og spennandi Varpið hjá Osbirni Jacobsen verður eitt mentanarhús í heimsflokki, sum vit øll fara at fáa gleði og gagn av. Tað siga tey trý, Elsebeth, Árni og Beinir, nú teirra uppskot um at fáa løgtingið at játta pengar til Varpið er samtykt.
Í uppruna uppskotinum, sum tey trý løgdu fram 23. Januar í ár, bóðu tey um fimm milliónir. Eftir fyrstu viðgerð, varð málið beint Fíggjarnevndini. Tá málið kom úr aftur nevnd, var talið minkað niður á tríggjar milliónir. Tað er betri enn einki, hugsaði tey, Elsebeth, Árni og Beinir. Uppskotið fekk undirtøku undir 2. viðgerð, og aftur í dag til 3. og seinastu viðgerð.
Elsebeth, Árni og Beinir vísa á, at áhugin fyri húsinum heima í Føroyum og uttanlands er stórur. Úti í heimið verður húsið nevnliga nevnt “lítla Harpa”.
- Bæði heimskend útlendsk, og eisini okkara egnu dugnaligu tónlistafólk siga Varpið hava bestu ljóðgóðskuna í Føroyum. Tað er forført at meta um framtíðartýdningin av hesum longu nú. Men hann skal í øllum førum ikki undirmetast, greiða tey frá.
Tey gera greitt, at summi helst halda, at Varpið bara er ein kommunalur stovnur í Klaksvík.Tískil vilja tey gera greitt, at soleiðis er ikki. Varpið er ein sjálvsognarstovnur, ið eigur seg sjálvan, og sostatt eiga øll Varpið; allir føroyingar.
- Vit øll kunnu vera errin av og stuðla hesum spennandi nýbroti innan føroyskt mentanarlív. Varpið er ein mentanarpolitisk íløga fyri allar føroyingar, fyri alt landið. Ein íløga í okkara felags føroyska mentanarlív, sum Løgtingið sjálvandi hevur eina skyldu til at stuðla, siga Elsebeth, Árni og Beinir at enda.