Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Aviation
Í pressuskrivi boðar Blueberry Aviation frá, at tey hava sett 23 ára gomlu Randi á Bergi úr Klaksvík í starv. Blueberry Aviation hevur høvuðsskrivstovu í Monaco.
Randi tók bachelorprógv í Marknaðarførslu og Leiðslu frá hægri lærustovni á Hawaii í desember í fjør. Og longu nú hevur unga klaksvíkskvinnan fingið týðandi starv innan sølu hjá Blueberry Aviation, ið fæst við sølu av tyrlum og flogførum.
Hesum boðar felagið sjálvt frá í pressuskrivi mánadagin 6. mai 2024, har tey eisini boða frá, at nýggjur deildarstjóri er settur fyri deildina, har Randi skal starvast. Tað er innan sølu av flogførum og tað sum har til hoyrir - Landing gear, APU, Fusalge og motorar.
Francois Gautier, stovnari og forstjóri í Blueberry Aviation, boðar í pressuskrivinum frá: “Vit hava stórar ætlanir fyri vinnuligari menning og nýggjum verkætlanum. Tí eru vit eisini spent upp á at bjóða Randi vælkomnari í fyritøkuna, tá hon kemur við frískari orku og góðum hugskotum til borðið, har hon er sera ágrýtin at læra og stuðla toyminum. Eg eri sannførdur um, at hon verður eitt stórt aktiv fyri felagið."