Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunga ferðslan darvað av kommununi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2024 - 10:41 Myndarøð Tíðindi

- Hetta er klossut av kommununi. arbeiði eftir stangavegnum hevur verið í gongd í 2 ár nú, og skuldi bert tikið 3-4 mánaðar at gjørt liðugt. At fara í gongd júst nú meðan stórt graviarbeiði er á Kráargøtu er bara for klossut. Kunningin er eisini ov vánalig, sigur ónøgdur bilførari, sum hevur sett seg í samband við Norðlýsið 

 

Kommunan boðar frá á heimasíðuni at ferðslan eftir Stangavegnum verður skipað einvegis suðureftir, tí vegastrekkið skal gerast liðugt. Í mun til ferðsluna norður eftir vísur kommunan til Heygaveg/Garðaveg ella Kráargøtu/Kjalarveg. 

Tunga ferðslan - trailarar, lastbilar v.m., kann bert brúka Kráargøtu at koyra norðureftir og har er stórt graviarbeiði júst farið í gongd og sum myndirnar vísa er ruðuleiki á strekkinum. 

Ein bilførari hevur sett seg í samband við Norðlýsið og ynskti at verða ónevndur. 

- Hetta er klossut av kommununi. arbeiði eftir stangavegnum hevur verið í gongd í 2 ár nú, og skuldi bert tikið 3-4 mánaðar at gjørt liðugt. At fara í gongd júst nú meðan stórt kápul-graviarbeiði er á Kráargøtu er bara for klossut. 

- Kunningin er eisini ov vánalig. Eg havi longu sæð fleiri stórar bilar komnar norður til Magn og síðani eru teir noyddir at venda. Tá teir so koma niðan eftir Gerðagøtu og skulu venda til vinstru inn á Kráargøtu, so er tað ógjørtligt og tí mugu teir fara heilt til rundkoyringina í Boroyarvík at venda og so koma aftur oman eftir Gerðagøtu og draga inn til høgru á Kráargøtu, sigur ónøgdi bilførarin

Vit fingu nakrar myndir, sum vísa ruðuleikan. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv