Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogbóltsdómari                   

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  07.05.2024 - 04:06 Ítrottur Tíðindi

Flogbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at fáa altjóða dómara, og úrslitið er, at Dávið Ryan nú hevur verið á altjóða dómaraskeiði í Bulgaria, sum er partur av tilgongdini at gerast altjóða dómari.

 

Skeiðspartin, sum er tann tungi parturin, er hann liðugur við, og nú skal hann út at fáa praktiskar royndir í døming og til síðst fáa undirskrift frá trimum dómaravenjarum.

Næstu tvey árini fer hann regluliga at fáa dystir sum fyrsti- og annardómari, har dómaravenjararnir viðhvørt eru til staðar og eygleiða og at enda seta sína undirskrift á altjóða dómaraprógvið hjá honum. Tá ið hann hevur fingið tríggjar undirskriftir, verður hann útnevndur altjóða dómari. Vanliga tekur hetta millum hálvtannað og tvey ár.

23 ára gamli Dávið Ryan er annars av góðum bergi brotin, tá tað kemur til døming, tí foreldrini eru Rúna og Jan Hentze, sum hava dømt í bestu deildini í Føroyum í ein mansaldur. Jan var eisini fyrsti – og higartil einasti – altjóða dómari í flogbólti, Føroyar hava havt. Tað prógvið fekk hann í 2004, og í eini 10 ár røkti hann altjóða dómaragerningin og dømdi 79 altjóða dystir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Lýsing